Tíðindi

12.07.2024
Námsfrøðingar til SnjalluBjallu

Klaksvíkar kommuna søkir eftir tveimum námsfrøðingum til Snjallubjallu at byrja 15. august 2024.

njallabjalla er frítíðarskúlin í Klaksvíkar Kommunu og húsast á Skúlavegi 1, í GarðaLisu og í Skákinum, har okkara serstova er. Her koma umleið 140 børn úr 1. og 2. flokki eftir skúlatíð og her arbeiða 23 fólk.

Snjallabjalla hevur opið frá kl 11.00 til 17.00 og er starvstíðin í hesum tíðarskeiði.

Vit sóknast eftir:
• Tveimum Námfrøðingum 25 tímar um vikuna


Kommunan vil, at Snjallabjalla skal vera eitt mennandi og  gott stað/umhvørvi at vera í. Vit leggja m.a. dent á:

  • Skikkað  starvsfólk.Tað merkir – sjónlig, jalig og virkin starvsfólk, sum í góðum samstarvi eru skapandi og duga at seta seg inn í tørv barnanna eftir teirra fortreytum. 
  • Gott sosialt umhvørvi. Tað merkir, at øll laga seg eftir hvørjum øðrum við ábyrgd og virðing. At hvør einstakur fær umsorgan og tryggleika. At børnini kunnu spæla saman uttan mun til flokk, aldur, kyn og áhuga og at dentur verður lagdur á frið og samljóð.
  • Samskifti. Tað merkir, at vit ynskja, at eitt sjónskt og skapandi samstarv er millum foreldur, skúla og frítíðarstovn. At eitt gott og samskipað kunningarstøði er millum skúlan og frítíðarstovnin.
  • Góðar karmar. Tað merkir, at karmar um og innihald í frítíðarstovninum verða vird. At rásarúm er til ymisk ítriv í tryggum kørmum og at pláss er fyri tí einstaka.
     

Sum starvsfólk skalt tú, saman við børnunum, seta ting í gongd og harvið vera partur av at gera dagin í frítíðarstovninum spennandi og mennandi.

Lønar- og setanarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Beintu Klakstein, leiðara á tlf 218878.

Umsókn: 
Umsókn við prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast hósdagin 25. juli 2024. 


Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Námsfrøðingar til Snjallu Bjallu

Onnur tíðindi
15.07.2024

Stangavegu­rin stongdur

15.07.2024

Áminning! Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum standi

12.07.2024

Ferðslu­kunning í samband við bátatreff

12.07.2024

Foreldragjald verður endur­rindað