Tíðindi

16.09.2024
Ruddaðu gomul dekk

Leygardagin skipaði Faroe Dive fyri rudding av gomlum lastbiladekkum fram við Kósakaini. Arbeiðið varð framt í góðum samstarvi við Klaksvíkar Havn og manningina omborð á Brimili.

Ruddað varð við bryggjuna fram við Kósavirkinum. Vinnukavarar svumu fram við bryggjuni og festu endar í dekkini. Síðan tók Brimil dekkini upp á land, og Klaksvíkar Havn hevur átikið sær at beina dekkini burtur. Tá dekkini vóru tald upp, vóru 108 gomul lastbiladekk komin upp.

Karl Johansen, borgarstjóri, var á staðnum, tá ið dekkini vóru tikin upp. Hann fegast um hetta framúr arbeiðið, sum nú er gjørt, tí órudd á havbotninum kunnu gera skaða á skip, umframt at hetta eisni dálkar okkara náttúru. 

Onnur tíðindi
07.03.2025

Nýggj skelti við staðarnøv­num sett upp

06.03.2025

Námsfrøð­ingur til Baldursbrá

06.03.2025

Hornaskýlið við Djúpumýru reist

06.03.2025

Melda til heilsufótbólt 2025