Tíðindi

20.12.2024
Barnahúsið Margit søkir eftir Námsfrøðingum

Barnahúsið Margit søkir eftir tveimum námsfrøðingum, at byrja 1. februar 2025 ella skjótast gjørligt.
Starvstíðin er niðursett 25 tímar og 15 tímar um vikuna og er tíðaravmarka til summarið 2025. Møguleiki er at taka eykatímar tá tørvur er á tí.
Størvini eru bæði í vøggustovu, og tímarnir liggja fyrrapart.

Barnahúsið Margit er ein kommunalur dagstovnur. Vit hava tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og eina serstovu. Barnahúsið Margit er normerað til 62 børn. 

Vit hava eina menningarætlan, sum er grundarlagið undir okkara námsfrøðiliga arbeiði;  harumframt síggja vit stórt virði í viðurkenning og inklusión í okkara arbeiði. Les meira um menningarætlanina á https://www.klaksvik.fo/dagstovnar. Vit arbeiða eisini við "Betri Vinir", sum er eitt arbeiðsamboð til at fyribyrgja happing.

Vit kunnu bjóða tær eitt gott arbeiðspláss við støðuføstum starvsfólkum og nógvum fittum børnum.

Vit ynskja, at tú:
• hevur ein savnandi hugburð
• er opin, erlig/ur og fyrikomandi
• hevur lætt og jaligt lyndi
• dugir at seta í gongd
• leggur seg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
• sær møguleikar í øllum børnum
• vil vera við til at mynda stovnin námsfrøðiliga
• er tilvitað/ur um menning fyri tað einstaka barnið
• er týðilig/ur í samskifti og leggur dent á gott samstarv

Lønar- og setanarviðurskifti:
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ann Mari E. Kjølbro, leiðara, á telefon 284530 ella við telduposti: margit@klaksvik.fo

Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Umsókn saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 9. januar 2025.

Tú søkir starvið við at trýsta á “Søk starvið her”, ið er niðast á síðuni.

 

 

Onnur tíðindi
22.01.2025

Løgfrøð­ingur til Klaksvíkar kommunu

22.01.2025

Spæl Føroyskt í døgunum 24. februar – 2. mars

21.01.2025

Byggisamtyktin fyri A4 og D39 broytt og góðkend

16.01.2025

Royn parasport í Klaksvík