Tíðindi
Søkt verður eftir starvsfólki, námsfrøðingum ella námsfrøðiligum atstøðingum til barnagarðsstovu at byrja 1. februar. Starvið er 30 tímar um vikuna í stovu við 13 børnum.
Í Fjallafípuni ynskja vit starvsfólk, ið vilja virka fyri einum høgum fakligum støði, har náttúran verður brúkt sum ein týðandi partur. Tí er tað altavgerðandi, at tú sært møguleikar og hevur tokka til útilív. Í okkara námsfrøðiliga arbeiðið, leggja vit stóran dent á at arbeiða við menningarætlan, viðurkennnandi námsfrøði og Betri vinir.
Vit vænta, at tú:
• ert opin, erlig-/ur og fyrikomandi.
• megnar at samskipa stovuvirksemi í samstarv við onnur starvsfólk.
• hugsar tilvitað um menningina hjá tí einstaka barninum.
• leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag.
• ynskir at arbeiða við og eftir teimum málum, ið sett eru fyri stovnin.
• kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur
• ert álítandi og nærverandi
• møtir væl upp og ert ábyrgdarfull/ur
• ert sjálvstøðug/ur og hevur yvirlit
• dámar væl at vera úti og brúka náttútuna sum ein part av arbeiðinum
Setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskiftið eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag.
Meira fæst teg í samband við Bjørg Rasmusardóttir, leiðara, á telefon 251111.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Umsókn saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. januar 2025. Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Fjallafípuna
Setanarsamrøður verða eftir ætlan í viku 4.
Um Fjallafípuna
Fjallafípan er ein kommunalur dagstovnur við uml. 100 børnum í aldrinum 6 – 7 ár. Fjallafípan er staðsett Úti í Grøv, har viðarlundin, áin, fjøran og hagin eru í nærumhvørvinum. Hesar umstøður eru ein náttúrligur partur av tí námsfrøðiliga arbeiðnum í Fjallafípuni, sum gevur børnunum góðar og øðrvísi møguleikar fyri stimbran og menning.