Tíðindi

14.01.2025
Svimjifelagið Ægir 50 ár

12. januar 2025 hátíðarhelt Svimjifelagið Ægir sín 50 ára stovningardag. Føðingardagurin verður eftir ætlan hildin seinni í ár.

Karl Johansen, borgarstjóri, og John Syderbø, vinnu- og mentanarstjóri, vóru báðir og heilsaðu uppá formannin í felagnum, John D. Olsen, og høvðusvenjaran, Petur Heðin á Fløtti, umframt bæði yngri og eldri íðkarar. Klaksvíkar kommuna hevði keypt teimum yngru børnum okkurt leskiligt, meðan íðkarar úr úrvalsliðnum fingið pizza frá borgarstjóranum seinni um kvøldið.

Tað var annars tann 12. januar 1975, at  stovnandi aðalfundur hjá Ægir. Fundurin var í gomlu fimleikarahøllini, har umleið 150 fólk vóru samankomin. Poul Nolsøe beyð vælkomin og greiddi frá, hvat fyrireikingarnevndin hevði arbeitt við. Nógv uppskot um nøvn vóru, men til endans var semja um, at felagið skuldi eita Ægir. Soleiðis byrjar fyrsta gerðabókin hjá Ægir.

 

Onnur tíðindi
12.03.2025

Grækarismessuhald í Varpinum

11.03.2025

Nýggjur sálarfrøð­ingur settur til børn og ung

07.03.2025

Nýggj skelti við staðarnøv­num sett upp

06.03.2025

Námsfrøð­ingur til Baldursbrá