Tíðindi
Hevur tú hug og hegni at viðvirka til eina betri sálarliga heilsu millum børn og ung í fólkaskúlaaldri í Klaksvíkar Kommunu?
Fleiri børn og ung stríðast sálarliga, eitt nú við einsemi, ótta, tunglyndi og skúlafráveru. Í arbeiðnum kemur tú at hava fyribyrgjandi sálarfrøðiligar samrøður við børnum og ungum í fólkaskúlaaldri.
Sum sálarfrøðingur, staðsettur á Skúlatrøð, kemur tú fyrst og fremst at tosa við børn og ung, ið ikki eru knýtt at Sernámi, Barnaverndartænastuni ella Psykiatriska deplinum.
Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við dugnalig starvsfólk, sum hava ymiskar fakligar førleikar, og tú fært møguleika fyri at menna teg innan yrkið við viðkomandi skeiðum/eftirútbúgving.
Arbeiðsuppgávurnar eru millum annað, at:
• veita sálarfrøðiligar viðtalur til børn og ung, einsæris og í bólkum
• veita børnum og ungum í fólkaskúlaaldri skjóta hjálp
• at fyribyrgja sálarligum trupulleikum
• betra um sálarheilsuna og fortreytirnar fyri trivnaði hjá børnum og ungum á Skúlatrøð
• vegleiða starvsfólkum, hvussu tey kunnu handfara ymiskar sálarligar avbjóðingar hjá børnum og ungum í fólkaskúlaaldri
• vera partur av skúlans trivnaðar- og sorgarætlan.
Førleikar - vit sóknast eftir starvsfólki, ið:
• hevur útbúgving sum cand. psyk.
• hevur royndir at arbeiða við børnum og ungum
• dugir væl at samskifta, bæði munnliga og skrivliga.
• er fyrikomandi og jalig/-ur
• hevur kunnleika til skúlaumhvørvið
• er væl skipað og hevur gott yvirlit
• er samstarvssinnað og trívist bæði við at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við aðrar fakbólkar í skúlanum umframt avvarandi.
Setanarviðurskifti
Talan er um áramálsett starv í fimm ár við starvsbyrjan 01.03.2025.
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya við starvsbrøki 0,4, svarandi til 16 tímar um vikuna.
Starvsliga tilvísingin er til skúlastjóran á Skúlatrøð, meðan setanarviðurskifti annars eru við trivnaðarstjóran hjá Klaksvíkar kommunu.
Meira kunning um starvið fæst við at ringja til Jónleif Johannesen, skúlastjóra, tlf. 780202 ella til John Færø, trivnaðarstjóra, tlf. 222216.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Umsókn
Umsókn við prógvi, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast mánadagin 10.02.2025.
Miðað verður eftir at hava setanarsamrøður í viku 7.
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Sálarfrøðingur til børn og ung
Um Skúlatrøð
Á Skúlatrøð ganga uml. 735 næmingar skúlaárið 24/25 og starvast uml. 95 fólk á skúlanum. Á Skúlatrøð leggja vit dent á at skapa eina felagskenslu, at hava skipaði viðurskifti og at hava virðing fyri hvørjum øðrum.
Námsfrøðiliga visjón skúlans er: At skapa og læra – spyrja og svara. Skúlin er skipaður í grunddeild, miðdeild, hádeild og serdeild umframt eina 10. flokks eind, nevnd Valskúlin.
Áhugaði kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðuni: www.skulatrod.fo.