Tíðindi

31.01.2025
Klaksvíkar býráð samtykt KT-trygdarpolitikk

Á býráðsfundi hóskvøldið 30. januar samtykti Klaksvíkar býráð nýggjan KT-trygdarpolitikk fyr kommununa. Endamálið við politikkinum er at byggja upp eina størri tilvitan um KT-trygd í øllum virkseminum hjá kommununi.

KT-trygdarpolitikkurin fevnir um yvirskipaðu trygdarmálini og er grundarlag undir, hvussu Klaksvíkar kommuna tillagar kunningartrygdarhondbókina, sum er felagsheiti fyri KT-trygdarpolitikkin og undirliggjandi leiðreglur og virkisgongdir.

Leiðreglurnar, sum eru gjørdar, skulu vera við til at stuðla undir KT-trygd í kommununi í síni heild. Øll starvsfólk skulu arbeiða við og halda seg til kunningartrygd í dagliga arbeiðinum.

Arbeiðið at tryggja KT-trygdarstøði er bæði eitt krav fyri at halda lógar- og myndugleikakrøv, men eisini eitt neyðugt amboð, ið tryggjar samstarvsfelagum og borgarum okkara eina trygga tænastu.

Samtykti KT-trygdarpolitikkurin kann lesast her: Politikkir og faldarar

Onnur tíðindi
29.01.2025

Býráðsskráin 30. januar

29.01.2025

21 nýggj parkeringspláss við Stangavegin

29.01.2025

Húsavørður til Skúlatrøð