Tíðindi
Í dag undirskrivaðu Karl Johansen, borgarstjóri, og Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF, undir sáttmála, sum staðfestir, at Ítróttafagnaðurin komandi trý árini verður í Varpinum í Klaksvík.
Tað er ÍSF, sum á hvørjum ári skipar fyri Ítróttafagnaðinum, har føroysku ítróttatalentini, tey sjálvbodnu, leiðarar, venjarar og eldsálir, ið hvønn dag gera eitt stórt arbeiði úti í feløgunum, verða heiðrað.
Í sínum arbeiði leggir ÍSF dent á, at ítróttafagnaðurin ferðast kring landið. Fyrsti faganaðurin varð hildin í Smæruni í Tórshavn í 2018, og hevur hann síðan verið hildin eitt nú í Fuglafirði og í Runavík.
Karl Johansen, borgarstjóri, er sera fegin um, at ÍSF hevur valt at leggja ítróttafagnaðin í Klaksvik komandi árini.
- Varpið hóskar seg sera væl at hýsa einum slíkum tiltakið, og tí eru vit eisini sera fegin um samstarvið við ÍSF, og gleða okkum at bjóða okkara fremstu ítróttafólkum í Varpið komandi ár.
Ítróttafagnaðurin verður 7. februar 2026.

Nýggjur sálarfrøðingur settur til børn og ung

Nýggj skelti við staðarnøvnum sett upp

Námsfrøðingur til Baldursbrá
