Tíðindi

23.01.2018
Ger kvettið til frama fyri Mentanarhúsið

Í samband við Norðurljós hava 16 av okkara fremstu listafólkum latið verk at selja á uppboðssølu til frama fyri Mentanarhúsið leygardagin 27. januar kl. 14.

Innkomni peningurin fyri verkini fer til verkætlanina Mentanarhúsið, og soleiðis eru listafólk og keyparar saman um at stuðla mentanarlívinum í býnum.

Millum tey, sum hava latið list til uppboðssøluna eru eitt nú Archibald Black, sum eisini er formaður í Áhugafelagnum Nólsoyar Páll, sum er millum stigtakararnar til Listavirðisløn Nólsoyar Páls og Edward Fuglø, sum í 2014 fekk Listavirðislønina, sum nú leygarkvøldið verður latin á fjórða sinni. Harumframt eru fleiri onnur listafólk av ovastu hyll eisini við í uppboðssøluni. Tey, ið hava latið verk til søluna eru:

Archibald Black, Edward Fuglø, Øssur Mohr, Philippe Carré, Tove Askham, Ásla Svensson, Arnold Vegghamar, Astri Luihn, Eli Smidt, Eyðun av Reyni, Finleif Mortensen, Frits Johannesen, Heðin Kambsdal, Jan Nystrøm, Joel Cole og Kári Svensson. Myndir av øllum verkunum síggjast á facebooksíðuni hjá Norðurljósi.

Uppboðssølan av listaverkunum verður í Posthúskjallaranum leygardagin kl. 14.

Um verkætlanina Mentanarhúsið

Verkætlanin tekur útgsangsstøði í ikoniska Posthúsinum í miðbýnum í Klaksvík. Posthúsið er frá 1967 og verður roknað sum eitt av høvuðsverkunum hjá J.P. Gregoriussen, arkitekti. Nýggja Mentanarhúsið verður bygt uppí verandi bygning og arkitekturin handan Mentanarhúsið er Ósbjørn Jacobsen, sum eisini hevur teknað Biskupstorg og harumframt samlaða skipanaruppskotið fyri nýggja miðbýin í Klaksvík.

Grunnurin Mentanarhúsið eigur bygningin og verkætlanina og í stýrinum sita eitt nú umboð fyri Klaksvíkar sjónleikarafelag, Norðoya listafelag og Norðurlandahúsið í Føroyum. Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri og forkvinna í Mentanarnevndini er forkvinna í stýrinum fyri Mentanarhúsið.

Mentanarhúsið er ætlað sum karmur um mentanarliga virksemið í býnum, og tað er sniðgivið til at rúma alskyns listagreinum. Umframt framsýningarhøli, venjingarhøli og praktiskar umstøður til fjølbroytt mentanarligt virksemi, fer Mentanarhúsið eisini at rúma einum stórum og smidligum framførslusali, sum bæði hóskar seg til konsertir, sjónleik, ráðstevnur og framførslur av ymiskum slag.

Í løtuni verður arbeitt við projektering og fyrireiking av útbjóðan og arbeistøkan verður bjóðað út í vár. Miðað verður eftir at taka Mentanarhúsið í nýtslu í 2020.

Í samband við Norðurljós verður framløga av verkætlanini sunnukvøldið kl.20 í Atlantis, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri greiðir frá og vísir tekningar av Mentanarhúsinum. Framløgan er ókeypis og øll eru vælkomin.

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars