Tíðindi

13.02.2018
Summarfrítíðin á dagstovnaøkinum

Dagstovnarnir í Klaksvíkar kommunu hava summarfrí vikurnar 29, 30 og 31. Her ber til at kunna seg nærri.

Summarfrítíðin hjá dagstovnunum fevnir um vikurnar 29, 30 og 31 í ár, men eins og undanfarin ár verður summaransing skipað á einum av stovnunum. 

Foreldur við børnum í dagstovnum fáa í næstum bræv við heim um summarfrítíðina hjá dagstovnunum, sum í ár er frá 16. juli til 6. august. Í hesum tíðarskeiðnum verður skipað summaransing á einum av stovnunum, og hetta verður skipað millum foreldrini og stovnin hjá barninum. 

Kunningin um summarfrítíðina hjá dagstovnunum kann takast niður her: summarfrítíð 2018.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy