Námsfrøðiliga Ráðgevingin
Børn við serligum tørvi
Námsfrøðisliga Ráðgevingin heldur til á Klaksvíksvegi 7, 2.hædd.
Námsfrøðiliga Ráðgevingin hjá Klaksvíkar kommunu er eitt fyribyrgjandi tiltak og eitt tilboð til foreldur og stovnar, sum eru fevndir av dagstovnalógini.
Námsfrøðiliga Ráðgevingin tekur støði í § 5 í dagstovnalógini, og stovnar kunnu fáa ráðgeving í mun til eitt einstakt barn, ein barnabólk ella fakliga innihaldið í arbeiðnum.
Endamálið er at tryggja, at øll børn hava eitt gott og mennandi tilboð.
Ráðgevingin tekur støði í vitanini um:
- At børn hava tørv á góðum relatiónum fyri at menna seg optimalt
- Støði verður tikið í førleikunum og styrkjunum hjá barninum
- At styrkja tey vaksnu, sum eru um børnini
- At foreldrasamstarvið er ein týðandi liður í tí ráðgevandi arbeiðinum
Starvsfólkini á NR síggjast her, og umsóknarskjal til námsfrøðiliga ráðgeving er at finna í sjálvgreiðsluni.
Í teimum førum, har tørvur er á neyvari kanningum, kann barnið tilmeldast Sernám. Kunna teg nærri um tænasturnar og starvsfólk hjá Sernám her.
Serstovan Perlan
Í Barnahúsið Margit er ein serstova, sum er ætla børnum, sum í eitt stytri ella longri tíðarskeið hava serligar avbjóðingar í gerandisdegnum.
Hugsunarhátturin aftanfyri Perluna er, at nøkur børn eru, sum ein part av degnum hava tørv á at vera í einum
minni bólki, har starvsfólkanormeringin er hægri enn á øðrum stovum. Perlan er normerað til 6 børn. Perlan
virkar í tøttum samstarvi við hinar stovurnar í húsinum, har lyklahugtakið er inklusjón.
Umsóknarblað til serstovuna finnur tú her: Umsóknarblað til serstovuna Perlan