Reglugerð grundøkið
Reglugerð fyri grundstykkjalista í Klaksvíkar kommunu
Allar umsóknir til grundstykkjalistan skulu vera skrivligar (t.d. gjøgnum Vangan).
Umsóknin verður skrásett og sett á grundstykkjalistan eftir móttøkudegnum av tí til eina og hvørja tíð
ásettum deposituminngjaldi. Umhvørvis- og býarskipanarnevndin fær á hvørjum nevndarfundi kunning
um, hvussu mong standa á grundstykkjalistanum.
Fyri at verða settur á listan, skal umsøkjarin:
• vera fylt/ur 18 á
• ikki eiga kommunalt ella privat grundøki í Klaksvíkar kommunu ella vera samlivandi við
persón, ið eigur slíkt grundøki
• um umsøkjari ella hjúnafelagi/samlivari eigur fastogn í Klaksvíkar kommunu (har ein kann
hava privatan bústað), tá hann fær tilboð um kommunalt grundøki, kann hann ikki fáa játtað
grundøki frá kommununi, fyrrenn váttan fyriliggur uppá, at fastognin verður seld
• hava inngoldið 5.000 kr. í depositum
Velur umsøkjari av eini ella aðrari orsøk at lata seg strika av listanum, verður depositumsupphæddin
goldin aftur uttan rentur. Umsøkjari, ið stendur fremst á listanum, fær fyrst boðið grundøki.
Depositum: Upphæddin verður drigin frá søluprísinum fyri grundøkið, tá hetta verður útlutað.
Umsøkjari, sum sambært grundstykkjalistanum fær boðið kommunalt grundøki, men ikki hevur
møguleika at taka av tilboðnum, kann, um hann ynskir tað, varðveita plássið á grundstykkjalistanum.
Hetta kann tó bert gerast tvær ferðir, og verður umsøkjarin strikaður av listanum, um hann ikki tekur
av triðju ferð.
Nevndu reglur eru galdandi fyri grundstykkjalistan hjá Klaksvíkar kommunu og verða stýrdar
umsitingarliga.
Møgulig frávik frá reglunum kunnu bert góðtakast, tá talan er um serstakar grundir, og skal býráðið í
hvørjum einstøkum føri góðkenna hesi.
Samtykt á býráðsfundi tann 14. oktober 2024
Karl H. Johansen, borgarstjóri