Rennibreyt
Rennibreyt
Ynski hevur leingi verið um eina rennibreyt í Klaksvík, og við verkætlanini við Másheygg gerst hesin dreymur til veruleika.
Verkætlanin fevnir um eina rennibreyt við fótbóltsvølli í miðjuni, og er hetta eitt stórt framstig fyri umstøðurnar á øllum ítróttarøkinum. Rennibreytin skapar umstøður fyri fleiri greinum innan frælsan ítrótt, eitt nú renning, forðarenning, trýstøkk, longdarlop, hæddarlop, stonglop og kúluvarp, og harumframt gevur vøllurin í miðjuni munandi betri venjingarumstøður til fótbóltin, sum er størsta ítróttargrein landinum.
Byggiætlanin fyri rennibreytina er úrslit av kapping, sum LBF saman við PB Consult og MAP arkitektum vann í 2015.
Kostnaðarætlan: uml. 36 mió. kr.
Tíðarætlan: Rennibreytin kann eftir ætlan takast í nýtslu í 2020