Royal Run - 1. juni 2019
1 míl: Runnið verður frá ferguleguni til Jógvan Waagsteinsgøtu og aftur.
10 km: Runnið verður frá ferguleguni til rundkoyringina, út til gamla snørisvirkið/Berglon, har vent verður niðan á klaksvíksvegin. Harfrá verður runnið út til bygdina í Norðoyri og aftur til ferguleguna.
Skráin
10.20: Setanarrøða
10.30: One mile – Run
10.35: Børne - mile
10.40: One mile – Walk
10.50: Familie-mile
11.00: 10 kilometer (startgruppe 1)
11.05: 10 kilometer (startgruppe 2)
11.10: 10 kilometer (startgruppe 3)
11.15: 10 kilometer (startgruppe 4)
11.20: 10 kilometer (startgrupper 5)
11.25: 10 kilometer (startgrupper 6)
Ferðsla í samband við Royal Run
Í sambandi við Royal Run verða fleri vegir stongdir í longri og styttri tíðarskeið. Somuleiðis verður landsvegurin frá Oravegnum til Klaksvíka stongdur fyri allar ferðslu millum kl. 10.00 og 14.00.
Parkerings møguleikar í Leirvík
Fyri at lætta um fyri rennandi, áskoðarar og gestir, hevur Klaksvíkar kommuna gjørt avtalu við Eysturkommunu, soleiðis at fólk fáa møguleika at seta bilin á kajøkinum í Leirvík og taka bussin til Klaksvíkar. Tað eru býarbussarnir hjá Klaksvíkar kommunu, sum koma at koyra sum 'shuttle bussar'. Koyrt verður frá kl. 09.00 til kl. 11.00 og frá kl. 12.00 til kl. 16.00. Koyrt verður hvønn 15. minut.
Undirhald og tónleikur
Kunna teg um undirhald og tónleik á rutuni á kortinum niðanfyri.
Kort yvir start og mál økið
Startnummar
Til ber at heinta startnummar og blusu á hesum støðum:
- Hósdagin 30. mai kl. 16.00-20.00 á Nólsoyar pálsgøtu 32, 700 Klaksvík
- Fríggjadagin 31. mai kl. 16.00-18.00 á Nólsoyar pálsgøtu 32, 700 Klaksvík
- Um neyðugt ber eisini til at heinta startnummar leygardagin 1. juni á start og mál økium
Praktiskir upplýsningar
Svar uppá aðrar praktiskar spurnigar finnur tú á royalrun.dk ella við at skriva til klaksvik@klaksvik.fo.