Serflutningur
Serflutningsbussurin
Endamálið við Serflutningsskipan Landsins er at veita flutningsmøguleika til fólk, ið bera brek og eru so tarnað, at tey ikki kunnu nýta onnur flutningstól ella í avmarkaða tíð, vegna sjúku ella skaða, hava henda tørv.
Tey, ið hava tørv á serflutningsbussinum, kunnu søkja um at gerast brúkari, við at fylla út umsókn.
Fyri nærri kunning ber til at ringja til Miðlan á tlf.: 41 00 00
Umsóknarblað til Serflutning finnur tú í Sjálvgreiðsluni.
Les eisini: Vegleiðing til serflutningsskipanina í Klaksvíkar Kommunu