Sjúkrahús
Klaksvíkar Sjúkrahús
Telefon 45 45 45
Síðan 1898 hevur sjúkrahús verið í Klaksvík. Upprunaliga fevndi sjúkrahúsið um Norðoyggjar og eystara part av Eysturoynni. Góðu samferðsluviðurskiftini hava havt við sær, at sjúklingar koma úr øllum landinum, og sum væntað, øktist talið av sjúklingum tá fasta sambandið til Eysturoynna gjørdist veruleiki.
Sum grundstøði hevur Klaksvíkar Sjúkrahús tey yrki, sum vanliga eru at finna á einum sjúkrahúsi, t.v.s. medisinska seingjadeild, kirurgiska seingjadeild, (hesar eru nú samanlagdar í eina seingjadeild), ambulatoriudeild, skaðastovu, røntgen, rannsóknarstovu og fysioterapi umframt allar tænastur, ið tørva á einum sjúkrahúsi.
Sjúkrahúsið hevur tætt samstarv við serdeildir á sjúkrahúsinum í Tórshavn og við ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn. Síðstu mongu árini hevur Klaksvíkar Sjúkrahús gingið á odda innan ortopediskar skurðviðgerðir í Føroyum.
Umleið 160 fólk starvast í sjúkrahúsinum.
Heimasíða: www.ks.fo