Skaðadjór
Rottur
Mest umráðandi í stríðnum móti rottu, eru tær fráboðanir, ið kommunan fær frá borgarunum. Tí er umráðandi, at tann ið sær rottu ella farvegin eftir rottu, beinanvegin vendir sær til kommununa. Skal rottutýningin eydnast til fulnar, eigur fólk við serkunnleika at skipa fyri.
Lógin áleggur hvørjum einstøkum ognara í mestan mun at avmarka livimøguleikarnar hjá rottu á ogn síni. Hetta merkir millum annað, at grundøki, hús og innleggingar, t.d. kloakk, skulu vera í so góðum standi sum yvirhøvur gjørligt. Harvið minka møguleikarnir hjá rottuni at fáa fastatøkur.
Rottueitur
Er rotta ella illgruni um, at rotta er komin í húsið, kjallara, hjall, neyst o. tíl., so skal ein ringja til Teknisku deild, sum síðani skipar fyri, at rottufangarin kemur og leggur eitur út. Tað er Jógvan Johannesen, sum er rottufangari, og hann er at hitta á tlf. 216488.
Hevur tú ella djór títt fingið rottueitur í seg, set teg í samband við lækna ella djóralækna beinanvegin og upplýs, at rottueitrið er av slagnum antikoagulant. Vitamin K1 er móteitur.
Kunna teg nærri um rottutýning í Klaksvíkar kommunu í hesum faldaranum.
Vespur
Kommunan tekur sær av vesputýning á kommunalum økjum, har fráboðarin kann ávísa, hvar býlið er.
Fráboðanir um vespubýli skulu stílast til Miðlan á telefon 410000 ella sum teldupostur til klaksvik@klaksvik.fo.
Kunna teg nærri um treytir og mannagongdir í samband við vesputýning í hesum faldaranum:
Faldari um vesputýning