Sløkkilið
Klaksvíkar Sløkkilið
Klaksvíkar Sløkkilið varð sett á stovn á kommunustýrisfundi tann 18. september 1950.
Sambært viðtøkunum fyri sløkkiliðið er endamálið hjá sløkkiliðnum at útinna sløkkiarbeiði í Klaksvíkar Kommunu og bjargingararbeiði í hesum sambandi.
Býráðið kann gera avtalur við aðrar kommunur eldsløkkiarbeiðinum viðvíkjandi.
Vegna býráðið er leiðslan av eldsløkkingini í kommununi í hondunum á Brunanevndini, hvørs limir eru:
borgarstjórin, sum er formaður í nevndini
sýslumaðurin
sløkkiliðsleiðarin
2 limir, sum verða valdir av býráðnum áftaná hvørt býráðsval, og skal í minsta lagi annar av hesum vera býráðslimur.
tekniska umsiting letur skrivara til nevndina
Sløkkiliðsleiðarin og sløkkiliðsfólkið verður sett av býráðnum eftir tilmæli frá Brunanevndini.
Teir sum manna liðið í dag eru:
- Finn Hansen
- Rói Egholm
- Eskild Norðbúð
- Esmar Klakkstein
- Sjúrður Sólstein
- Mogens F. Petersen
- Ernst Vágsgarð
- Eli Hansen
- Oystein Ellingsgaard
- Dánial Poulsen
- Janus Joensen
- Dan Hjelm
- Jákup Joensen
- Regin Mortensen
- Dennis Hansen
- Hans Olsen
- Petur Kristian Johannesen
Hesir manna liðið norðanfyri fjall:
- Livar Nysted
- Allan Simonsen
- Dennis Due Hansen
- Hendrik Askham
- Bjarni Poulsen
- Sigmar Sørensen
- Jógvan Heinesen
- Erik Hvannastein Jacobsen