Summaravloysarar til NBH
Søk avloysarastarv í Norðoya Bú- og Heimatænastu
Arbeiðið
Uppgávan er at vera um tey eldru og hjálpa til í røktini, køkinum ella reingerðini.
Møguleiki er at arbeiða dag-, kvøld og náttarvaktir – bæði gerandisdagar og vikuskiftir.
Vit bjóða tær eitt arbeiðspláss við góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum, har tú fært brúkt tína útbúgving, royndir og førleikar. Tí eru góðir møguleikar fyri, at tú kanst menna teg bæði fakliga og persónliga.
Hevur tú ikki útbúgving, ella ert tú framvegis undir útbúgving, kann eitt summarfrítíðarstarv hjá okkum geva tær viðkomandi starvsroyndir, sum tú kanst brúka og vísa á seinni.
Um NBH
Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, umsitir Heimatænastuna og eldraøkið í norðoyggjum.
NBH veitir borgarum við tørvi eina samskipaða heildartænastu. Endamálið við tænastunum er at fyribyrgja sjúku, stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivnað borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan og veita røkt og umsorgan.
Øllum starvsfólkum í NBH stendur í boði at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven & Virka’.
Umsókn
Send umsókn umvegis frymilin niðanfyri á síðuni.