Svimjihøllin
Svimjihøllin
Í Klaksvíkar svimjihøll er 25-metra langur kappingarhylur, barnahylur og vatnland við øku, vatnkanónum, fossum og boblum. Harumframt eru saunur í skiftirúmunum hjá kvinnum og monnum.
Harumframt hevur svimjihøllin eitt nýmótans vælverurøki, sum hevur eitt gosbað inni og tvey úti. Eisini er vælveruøkið útgjørt við uttandura sauna, terassu og ein køldum útipott. Gosbaðið mýkir vøddarnar og gevur kroppinum linna og vælveru. Hitin er áleið 38 stig. Afturat hesum er eisini dampsauna og heilsuklivi, sum bjóðar ljós- og hitaviðgerð við innreyðum strálum, ið gevur vælveru fyri likam og sál.
Kunna teg nærri um upplatingartíðir og prísir á www.svim.fo. Tilber at leiga vælveruøkið á www.kid.fo.