Ung í arbeiði
![](/upload/cache/images/5401-5600/c868b6c579bec3dc6c337f1a1ee76b40be782cf0_w450_h0_fS.png)
Ung í arbeiði
Ung í arbeiði er arbeiðsverkætlan, har ung í aldrinum 15-16 ár kunnu arbeiða á kommunalum stovnum og privatum fyritøkum. Luttakarar verða settir og løntir eftir galdandi treytum á arbeiðsmarknaðinum.
Á heimasíðuni uia.fo ber til at kunna seg um starvsmøguleikar og at lesa um onnur viðkomandi viðurskifti í samband við starv gjøgnum ung í arbeiði.
Skrivstovan hjá UÍA heldur til í Íverksetarhúsinum.
Samband: uia@klaksvik.fo ella kjatta á www.uia.fo
Lógin
Um arbeiðsumhvørvi á arbeiðsplássum á landi: Løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi
Um hóskandi arbeiði á sjónum hjá ungum undir 18 ár: Kunngerð frá sjóvinnustýrinum