Ungdómsgransking
Ungdómsgransking
Síðan 2014 hevur Klaksvíkar kommuna verið partur av granskingarverkætlanini “Youth in Europe”, har trivnaðurin hjá ungum verður kannaður. Talan er um eina spurnarkanning, har næmingar í 9. flokki svara spurningum um alt frá royking og rúsdrekka, til frítíðarvirksemi og samband við foreldur. Kanningin verður framd annaðhvørt ár, og sostatt geva úrslitini møguleika fyri at fylgja gongdini í trivnaðinum hjá teimum ungu, umframt at úrslitini kunnu samanberast við hinar luttakandi býirnar, sum eru spjaddir um alt Evropa. Niðanfyri kunnu úrslitini úr Klaksvík takast niður, og til ber at kunna seg nærri um Youth in Europe her.
YiE úrslit úr Klaksvík
- Úrslitini 2015 (770.05 KB)
- Úrslitini 2017 (1.16 MB)
- Samandráttur 2017 (820.40 KB)
- Úrslitini 2018 (1.80 MB)
- Framløga av ungdómsgransking 2018.pptx (1.59 MB)