Broyting í byggisamtyktini fyri A9 og D7.1
![](/upload/cache/images/13201-13400/d4db5bb3e4ec9d444beccf1ee63c4d74c726fa9a_w450_h0_fS.png)
Kunngerð; Málsnr. 21/01949
Byggisamtyktarbroyting fyri A9 og D1.7 (Eldradepil úti í Grøv)
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Klaksvíkar býráð samtykti á fundi 24. apríl 2024 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu.
Endamálið við byggisamtyktarbroytingini er at skapa karmar til ein komandi eldradepil úti í Grøv við tilhoyrandi virksemi, fleiri bústaðamøguleikar og økir til frítíðarvirksemi. Uppskotið til broytingina snýr seg um at avloysa økispartin A9 við nýggjar økispartar A33, A34 og C22.
Økisparturin A9 loyvir einans bygging sambært serstakari byggisamtykt, men eingin byggisamtykt er lýst fyri økið.
Nýggju økispartarnir:
• A33 er skipað sum blandað íbúðar- og vinnuendamál, har loyvt er at byggja sethús og samanbygda lága bygging. Millum annað er loyvt at hava vinnuligt virksemi, í tann mun byggingin og nýtslan ikki lýtir dámin. A33 fevnir um verandi býling av sethúsum niðanfyri og omanfyri Oyrarvegin úti í Grøv.
• A34 er ætlað at skulu rúma blandaðari bústaðabygging og eldradepli. Samlaða ábyggingin fyri økið er 60 %. Millum annað er loyvt at byggja rað- og tvíhús upp í tvær hæddir og við kravi um min. 150 m2 í grundøkjavídd.
Eldradepilin við tilhoyrandi virksemi kann hava fýra hæddir og upp í 11 m hædd í mun til miðaljørðildi.
• C22 er ætlað til alment endamál, so sum skótavirksemi. Økið loyvir eina ábygging á 35 %, og loyvt er at byggja í tveimum hæddum á 5 m í mun til miðaljørðildi.
• Í samband við stovnanina av A33 og A34 fara uml. 3700 m2 av D.7.1 (Undirvísingar og tíl.) til A33 og A34. Býtið er soleiðis, A33: uml. 1900 m2 og A34: uml. 1800 m2.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu, liggur frammi til alment eftirlit í Miðlan í Klaksvík frá 14. juni 2024 – 05. juli 2024 og er somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu vera Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 26. juli 2024. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin, viðmerkið málsnr. 21/01949.
Tilfar
- Galdandi økisblað (944.12 KB)
- Kort 1 (2.05 MB)
- Kort 2 (1.44 MB)
- Kunngerð fyri A9 og D7.1 (474.19 KB)
- Uppskot til økisblað (3.31 MB)