Dátuvernd
Privatlívspolitikkur hjá Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum hevur ábyrgd av, at børn í okkara øki, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðugu hjálpina. Sambært grein 15 í Barnaverndarlógini kann hetta verða gjørt við ymsum fyribyrgjandi fyriskipanum.
Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini og at tann skrásetti er kunnaður um, hvat ið er skrásett um viðkomandi sambært ásetingunum í kap. 4 í dátuverndarlógini.
Vit taka dátuvernd í álvara, og hava tí samtykt hendan privatlívspolitikkin, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar í Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum.
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið í sambandi við Barnaverndartænastuna. Um tú hevur spurningar í sambandi við viðgerðina av tínum persónupplýsingum, dátutrygd ella spurningar um møguligt trygdarbrot, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum:
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum
Klaksvíksvegur 7, 2.hædd
FO-700 Klaksvík
Telefon: +298 410000/219181
Teldupost: barnavernd@klaksvik.fo
Á heimasíðuni https://www.klaksvik.fo/barnavernd sæst nær skrivstovan er opin.
Um tú hevur spurningar til okkara viðgerð av tínum upplýsingum, ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk:
- Teldupost: Send teldupost til barnavernd@klaksvik.fo, heitið á teldupostinum skal vera “Att. dátuverndarfólk”
- Telefon: Tú kanst ringja til okkum á telefon +298 410000/219181
- Bræv: Barnaverndartænastan í Norðoyggjum, Klaksvíksvegur 7, 2.hædd, FO-700 Klaksvík, Att: dátuverndarfólk
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum viðger persónupplýsingar í sambandi við virksemi í Barnaverndartænastuni. Vit fáa fráboðanir, uppgávur og veita tænastur, sum vit sum Barnaverndartænasta hava skyldu at loysa og veita tær í samband við Barnaverndartænastuna.
Persónupplýsingar verða viðgjørdar um tú hevur sent okkum fráboðanir, fyrispurning, umsókn, klagu ella starvs umsókn til Barnaverndartænastuna.
Barnaverndartænastan kann eisini viðgera eitthvørt mál har tú ert ein partur av málinum, tá verða tínar persónupplýsingar eisini viðgjørdar.
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum skal veita børnum og borgarum allar lógarásettar tænastur og veitingar, í sambandi við ásetingar í lógini um barnavernd, og líknandi lógum, tí er neyðugt hjá okkum at viðgera tínar persónupplýsingar.
Tað kunnu verða fleiri orsøkir til, at vit viðgera tínar persónupplýsingar:
- Barnaverndartænastan kann hava eina rættarliga skyldu mótvegis tær, sum ger at vit viðgera persónupplýsingar um teg.
- Tað kunnu verða uppgávur, sum krevja viðgerð av tínum persónupplýsingum, grunda á tann myndugleika, sum barnaverndartænastan hevur.
- Vit kunnu eisini hava gjørt eina avtalu við teg sum ger at vit viðgera tínar persónupplýsingar, um mál um teg ella sum tú ert ein partur av.
3.1 Heimildargrundarlagið fyri okkara viðgerð
Sum víst omanfyri eru persónupplýsingar og heimildargrundarlagið sum barnaverndartænastan viðgerð ymisk.
Heimildin fyri viðgerðini av vanligum persónupplýsingum, sum fer fram, er í § 8, stk. 1, nr. 1-5 og heimildin fyri viðgerðini av viðkvomum persónupplýsingum er í § 12, stk. 1, nr. 1-4, og nr. 6-8, so stk. 2., umframt §11, stk. 2 í dátuverndarlógini.
Um vit innsavna og viðgera persónupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í tráð við ásetingina í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini.
Barnaverndartænastan viðger vanligar persónupplýsingar, sum navn, bústað, telefonnummar, teldupost og aldur, men tað skal eisini roknast við at tey flestu málini krevja at barnaverndartænastan viðgerð viðkvæmar persónupplýsingar sum heilsuupplýsingar, upplýsingar um munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti um bæði børn og vaksin.
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum gevur vanliga ikki persónupplýsingar víðari, sum barnaverndartænastan hevur savnað í sambandi við málsviðgerðina hjá okkum. Í hesum sambandi gera vit tó vart við, at barnaverndartænastan hevur eitt tætt samstarv um ymisk mál við aðrar myndugleikar. Her verður millum annað hugsað um løgreglu, familjufyrisitingina, psykiatriska depilin o.a. í sambandi við avgerðir sum skulu takast í:
- øllum málum viðvíkjandi umsorganaryvirtøku og samverurætti
- málum viðvíkjandi rætti til ókeypis umboðan (av advokati)
- málum um familjuviðgerð á stovnum hjá landinum
- málum um dagstovnatilboð á stovnum hjá landinum
- málum, har samtykki ikki er fingið frá tí/teimum, ið hava foreldramyndugleikan
- málum, har børn úr 15 árum ikki hava givið samtykki
Harumframt er tað neyðugt, fyri at halda skyldurnar í t.d. fyrisitingarlógini, lóg um alment innlit, og lóg um barnavernd osv, at vit senda persónupplýsingar til annan myndugleika ella triðjapersón. Tað eru tá bert neyðugar upplýsingar, sum verða givnar víðari.
Í summum førum nýta vit dátuviðgerar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera goymsla av persónupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum til málsviðgerð.
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum nýtir í útgangsstøðinum ikki veitarar ella dátuviðgerar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond).
Um so er, at vit flyta tínar persónupplýsingar útum ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi.
Um so er at tú flytir í annað land, hevur barnaverndartænastan skyldu til at seta seg í samband við sosialu mynduleikarnar á staðnum, um mett verður at børn tíni livað undir viðurskiftum ið kunna skaða teirra heilsu og menning. Hetta fyri at tryggja, at tey fáa neyðuga hjálp og umsorgan, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.
Sum áður nevnt, so savnar Barnaverndartænastan tínar persónupplýsingar í sambandi við mál sum vit viðgera. Tað kann verða fráboðanir sum Barnaverndartænastan fær ella upplýsingar sum vit innheinta í sambandi við mál vit viðgera. Starvsfólk innan tað almenna og onnur sum hava kunnleika til mál, ið barnaverndartænastan arbeiðir við, hava skyldu at lata upplýsingar um barnaverndartænastan krevur tað.
Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit savna upplýsingar um teg.
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at skrásetta longur enn neyðugt (við atliti at endamálinum við viðgerðini.)
Sum almennur myndugleiki skjalførir Barnaverndartænastan í Norðoyggjum post, sum kemur inn og fer út. Í hesum sambandi fylgir Barnaverndartænastan í Norðoyggjum galdandi leiðreglum fyri, hvussu leingi upplýsingarnar skulu goymast.
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum hevur sambært fyrisitingarlógini og skjalasavnslógi o.ø. skyldu at varðveita upplýsingar í málum. Mál hjá okkum verða flutt á goymslu hjá Tjóðskjalasavninum sambært løgtingslóg um skjalasøvn.
Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi síggjast í kapittuli 4 í dátuverndarlógini, og eru lýst niðanfyri her. Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.
Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í brotið 1).
9.1 Rætturin til kunning í §§ 23-25
Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
9.2 Rætturin til innlit (§ 26)
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum Barnaverndartænastan viðger um teg.
9.3 Rætturin til rætting (§ 27)
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.
9.4 Rætturin til striking (§ 28)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking. Rætturin er ikki treytaleysur, tí tað kunnu verða aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál sum áseta at Barnaverndartænastan skal framhaldandi varðveita og viðgera tínar persónupplýsingar.
9.5 Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir bert goyma persónupplýsingarnar.
9. 6 Rætturin til dátuflutning (§ 31)
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.
9.7 Rætturin til mótmæli (§ 32)
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.
9.8 Rætturin at taka samtykki aftur
Um okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum ella persónupplýsingum hjá barni tínum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at taka samtykki aftur. Um tú tekur samtykki aftur, steðga vit viðgerðini av teimum persónupplýsingum, sum var grundað á samtykki, um vit ikki hava aðra heimild at viðgera persónupplýsingarnar.
Gev gætur, at um tú tekur aftur eitt samtykki, eru vit møguliga ikki før fyri at veita tær eina ávísa tænastu.
Tú kanst taka samtykki aftur við at venda tær til okkum á barnavernd@klaksvik.fo, ella á telefon 410000/219181.
Her kann viðmerkjast at samtykki í hesum sambandi er um brúk av persónupplýsingum, og má ikki blandast við samtykki í Barnaverndarlógini, sum er um at seta fyriskipanir í verk. Talan eru um tvey ymisk samtykkir.
Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um tú ert ónøgd/ur um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Metir tú, at Barnaverndartænastan í Norðoyggjum ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, sum viðvíkur tær, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00. Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo.
Hesin privatlívspolitikkur er seinast góðkendur av Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum, tann 15. juni 2023, útgáva 1.0