Barnavernd
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum
Klaksvíksvegur 7, 2.hædd
700 Klaksvík
Tlf. 410000 ( millum kl.10 - 15 )
Tlf. 219181 ( eftir arbeiðstíð )
T-postur: barnavernd@klaksvik.fo
Yvirlit yvir starvsfólk hjá Barnaverndartænastuni sæst her, og limir í barnaverndarnevndini eru:
- Victoria Absalonsen, forkvinna
- Petur Martin Hansen, næstformaður
- Jórun Høgnesen
- Eghild Poulsen
- Anna A. Andresen
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum fevnir um: Viðareiði, Hvannasund, Norðdepil, Norðtoftir, Múla, Depil, Fugloy, Svínoy, Kunoy, Haraldssund, Trøllanes, Mikladal, Húsar, Syðradal og Klaksvík.
Í vinstra bredda kanst tú kunna teg nærri um fráboðanarskyldu, leiðbeining í samband við fráboðan og frágreiðingar, umframt galdandi lóggávu á økinum.
Um barnaverndartænastuna
Øll børn hava rætt til ein góðan og tryggan uppvøkstur. Tíverri er hesin rættur ikki altíð ein sjálvfylgja. Tað hendir, at børn gerast gíslar í einum lívi, tey ikki fáa broytt, og tí er tað umráðandi at lofta teimum, tá ið á stendur.
Uppgávan hjá Barnaverndartænastuni er, at: “ tryggja, at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur”.
Foreldur hava evstu ábyrgd av at ala børn síni upp og veita teimum umsorgan. Í summum førum er kortini neyðugt at veita foreldrum eina hjálpandi hond í styttri ella longdi tíð t.d. orsaka av onkrari torførari støðu í lívinum ella vantandi foreldraførleika.
Um neyðugt, skal Barnaverndartænastan seta fyriskipanir í verk fyri børn og familjur teirra, tá umstøðurnar í heiminum gera, at serligur tørvur er á tí. Talan er um fyribyrgjandi fyriskipanir, so sum sálarfrøðisligar samrøður, familjuviðgerðir og stuðul í heiminum.
Tá ið fyribyrgjandi fyriskipanir ikki eru nøktandi í mun til tørvin hjá børnunum, kann Barnaverndartænastan seta børnini til fosturs ella á stovn í eitt tíðarskeið, við ella uttan samtykki frá foreldrunum. Tá slíkar avgerðir verða tiknar, er tað altíð Høvuðsbarnaverndarnevndin, sum tekur støðu eftir tilmæli frá Barnaverndartænastuni.
Foreldur vilja børnum sínum tað besta. Hóast foreldrini møguliga eru partur av trupulleikanum, eru tey týðandi partar av loysnini, ið skal finnast.