Fráboðan til barnavernd
Fráboðanin er fyrsta fet at steðga eini syrgiligari lagnu
Tað er ikki altíð lætt at vita við vissu, nær eitt barn er fyri misrøkt ella ikki, men sum borgarar í samfelagnum eiga vit ikki at venda blinda eyga til, tá vit hava varhugan av, at talan er um misrøkt av einum barni. Vit skylda barninum bestu kor at liva undir, og eiga tí at boða mynduleikunum frá hesum.
Lógin um barnavernd er sera greið, tá talan er um fráboðan. Øll hava vit skyldu at boða mynduleikunum frá, um vit kenna til mál, har barn verður fyri misrøkt. Lógin sigur, at øll hava fráboðanarskyldu, men skilur tó ímillum meiniga borgaran og tann, sum í starvi sínum hevur við børn at gera, tá talan er um navngivna fráboðan.
Eftir fráboðan, viðgerð barnaverndartænastan fráboðanina.
Barnaverndarlógin um fráboðanarskyldu
§ 14. Øll, sum í starvi sínum hava við børn at gera og sum í hesum sambandi fáa kunnleika til viðurskifti, sum krevja, at komið verður uppí eftir hesi lóg, hava skyldu til navngivin at boða Barnaverndartænastuni frá hesum. Fráboðanarskyldan sambært hesum stykki verður sett fram um ásetingarnar í øðrum lógum um tagnarskyldu í viðkomandi yrkjum.
Stk. 2. Tann, ið fær kunnleika til, at foreldur ella annar uppalari t.d. misrøkir, meinslar, misnýtir ella handfer barn soleiðis, at álvarsamur vandi er fyri tess sálarligu ella likamligu heilsu ella búning, hevur skyldu at boða avvarðandi Barnaverndartænastu frá hesum. Fráboðarin kann vera ónavngivin.
Stk. 3. Fráboðast skal eisini viðvíkjandi kvinnum, ið eru við barn, tá ið mett verður, at tørvur er á stuðli sambært hesi lóg, t.d. vegna álvarsama rúsevnismisnýtslu, sálarsjúku ella sálartrupulleikar.
Stk. 4. Barnaverndartænastan skal sum skjótast, og seinast innan eina viku, ganga ígjøgnum innkomnar fráboðanir og meta um, hvørt kanningar skulu setast í verk sambært hesi lóg, sí §§ 45 og 49.
Tað er sera umráðandi, at frágreiðingin er ítøkilig og, at tann, ið skrivar ikki tulkar umstøðurnar, men bert skrivar tað, sum er beinleiðis í samsvar við veruleikan.
Tvær leiðbeiningar eru, sum kunnu hjálpa lærarum, námsfrøðingum og øðrum, sum starvast við børnum, til at skriva frágreiðingar um børn á skúlum ella á stovni/dagrøkt.