Leiðbeining
Leiðbeining
Niðnfyri er ein stutt leiðbeining í samband við varhuga av, at børn ikki hava tað gott. Barnaverndarlógin skilur millum fráboðanarskylduna hjá meinigum borgarum og hjá starvsfólki, sum umvegis starv sítt sum eitt nú námsfrøðingur, hjálparfólk ella lærari hava illgruna um umsorganarsvik og/ella ágang móti børnum og ungum.
Í samband við fakligar fráboðanir verða starvsfólk biðin skriva útgreinaða frágreiðing, og vegleiðing til hesar finnast niðast á hesi síðuni.
Hvat er umsorganarsvíkur/ágangur móti børnum og ungum
Talan kann bæði vera um aktivar ella passivar handlingar hjá foreldrunum ella øðrum vaksnum fólki, sum í styttri ella longri tíð hava ábyrgd av barninum ella tí unga.
- Likamligur/sálarligur harðskapur og mishandling
- Likamlig/sálarlig vanrøkt (umsorganarsvík)
- Kynsligur ágangur
Tað er umráðandi, at vit eru varug við tey tekin, sum børn/ung senda, og síggja tað sum eitt róp um hjálp.
- Fysiskur harðskapur
- Blá merkir, rípur eftir eitt nú sløgum við reim ella stavi, sjónligir reyðir prikkar, sum kunnu stava frá sløgum við hárbust
- Brandsár og bløðrur – frá sigarettum, sigaretttendrara o.t.
- Blá merkir á hálsinum, ella merkir, sum kunnu vera tekin upp á eina roynd at kvala
- Harðligur atburður móti øðrum børnum
- Sálarligur harðskapur
- At barnið ikki dugur nóg væl at tosa
- Harðligur atburður móti øðrum børnum
- Taluhátturin hjá barninum – málburður - tað barnið fortelur um sín gerandisdag
- Sjálvshóttandi atferð
- Matpakkin hjá barninum manglar ofta, ella er í ringum standi
- Vánalig ella sera skitin klæði og klæði, sum ikki hóska til árstíðina
- Vánaligt reinføri
- Barnið verður latið á stovn og heintað aftur undir vánaligum og óstøðugum umstøðum
- Manglandi grundleggjandi vitan kann vera tekin um vánaliga stimbran
- Talan kann bara verða um at seta barnið til fosturs, um tað ikki er møguligt at loysa trupulleikan meðan barnið býr heima.
Í málum um fysiskan harðskap ella kynsligan ágang verður støða altíð tikin til, um grundarlag er fyri at melda tann, ið hevur framt harðskapin til løgregluna. Er talan um álvarsaman harðskap, verður tilburðurin altíð meldaður til løgregluna.
Í teimum førum har foreldrini ikki vilja - ella megna - at samstarva um ta fyriskipan, sum er sett í verk, ger Barnaverndartænastan eina meting, um grundarlag er fyri at tilmæla at taka barnið úr heiminum uttan samtykki frá foreldrunum. Avgerðina eigur Høvuðsbarnaverndarnevndin.
Á Barnaverndartænastuni er møguleiki at koma í samband við ein sosialráðgeva/málsviðgera. Tú kanst fáa ráðgeving, uttan at upplýsa hvat barn talan er um.
Eingin fyriskipan verður sett í verk, einans av tí orsøk, at tú hevur tørv á at tosa við onkran um tað, tú hevur varnast. Tað vil siga, at tínir spurningar ella upplýsingar nýtast ikki at seta nakra fyriskipan í verk. Tað er heldur ikki neyðugt at upplýsa familjuni, at tú hevur ringt til Barnaverndartænastuna. Hetta kann bíða, til avtala er gjørd við sosialráðgevan um, hvat skal henda í málinum víðari.
Soleiðis kanst tú gera, varnast tú okkurt, ið ikki ruggar rætt
- Tosa við starvsfelagar/leiðslu um tað, tú hevur illgruna um
- Set teg í samband við Barnverndartænastuna og fá dulnevnda ráðgeving
- Tosa við foreldrini hjá barninum um tað, tú hevur illgruna um
Stúrir tú enn fyri støðuni hjá barninum kanst tú:
- Siga við foreldrini, at tú stúrir fyri barninum og, at tú hevur í hyggju at taka tað upp við Barnaverndartænastuna
- Tosa við Barnaverndartænastuna
- Gera eina skrivliga frágreiðing til Barnaverndartænastuna, sum inniheldur:
- Navn og bústað hjá barninum og hjá foreldrunum
- Hvussu leingi tú hevur kent barnið og familjuna
- Lýsing av tí, sum tú hevur varnast
- Hvat tú hevur sagt við foreldrini og hvat hava tey sagt/gjørt í tí sambandi
- Hevur tú ikki tikið trupulleikan upp við foreldrini, frágreiðing um hví
- Tin meting um, hvørji fyrilit skulu takast um so er, at ein fyriskipan skal setast í verk
Barnaverndartænastan kann vátta fyri skúlanum/stovninum, at hon hevur fingið frágreiðing um málið, og at hetta verður kannað. Bert við samtykki frá foreldrunum, ella tá hetta verður mett neyðugt til tess at røkka endamálinum við eini fyribyrgjandi fyriskipan, verður fráboðarin kunnaður um, hvat víðari hendir í málinum.
Vegleiðingar til útgreinaðar frágreiðingar
- Barn undir skúlaaldur / á stovni (299.93 KB)
- Skúlabarn (210.75 KB)