Ferðsluætlan
Vega og ferðsluætlanin
Klaksvíkar kommuna hevur í samráð við donsku ráðgevingarfyritøkuna Rambøll Nyvig gjørt eina ferðsluætlan, sum vísir, hvussu ferðslan í framtíðini verður á vegakervinum.
Ætanin er gjørd í støði í ferðslutølum og greiningum av óhappum, umframt mettum ferðslumynstri sambært broyttari býarætlan og Norðoyatunlinum. Ein partur av ætlanini er at umskipa ferðsluna á fleiri vegum. Endamálið við eini ferðsluumskipan er at lækka ferðina í miðbýnum og á býlingsvegunum.
Harumframt er ein ætlan gjørd, sum vísir, hvørjir møguleikar fyri býarmenning eru í kommununi.
Ferðsluætlanin er ein langtíðarætlan, ið kann fremjast stigvíst yvir eitt ávíst áramál í sambandi við viðlíkahald av vegakervinum.
Ferðsluætlanin er tískil eitt amboð, ið er partur av langtíðarætlanini.
At seta lut á veg
Tá ið borgari og/ella virki hevur tørv á at seta einhvønn lut á vegin, so krevst loyvi frá avvarðandi myndugleikum. Klaksvíkar kommuna er vegmyndugleiki, tá ið tað snýr seg um vegir innanfyri kommunumarkið, ímeðan løgreglan er myndugleiki, tá ið tað snýr seg um ferðslulógina.
Loyvi um at seta lut á vegin skal søkjast umvegis løgregluna. Mannagongdin í samband við hetta er:
Umsøkjarin fyllir út oyðiblað og letur hetta inn á Løgreglustøðini í Klaksvík. Oyðiblaðið kann eisini sendast løgregluni umvegis teldupost á politi@politi.fo.
Løgreglan setur seg í samband við vegmyndugleikan (Klaksvíkar kommuna), og vegmyndugleikin skal so góðkenna staðið, har luturin skal standa, áðrenn løgreglan kann útflýggja loyvið til borgaran.
Verður umsóknin gingin á møti, so útflýggjar løgreglan eitt loyvi saman við eini skeltiætlan.
Oyðiblaðið til loyvi at seta lut á vegin finnist umvegis leinkjuna niðanfyri. Oyðiblaðið skal fyllast út og latast løgregluni, antin á støðini í Klaksvík ella umvegis teldupost politi@politi.fo
Tak ferðslutrygdarætlanina niður
- Trafiksikkerhedsplan - Juni 2015.pdf (2.67 MB)