Miðbýarætlan
Miðbýarætlan
Samtykta miðbýarætlanin er endaliga úrslitið eftir hugskotskapping um nýggjan miðbý í Klaksvík. 154 hugskot vóru við í kappingini, og dómsnevndin valdi uppskotið Klaksvík City Center sum vinnara. Ósbjørn Jacobsen frá Henning Larsen Architects er arkitekturin handan uppskotið.
Megintankin í uppskotinum er at skapa eitt eyðkent og væl vart býarrúm í miðjuni á tí útlagda økinum, ein midepil og eitt borgaratorg, sum samstundis verður týdningarmesta savningarstaðið í býnum við handlum, kaffistovum, miðstøð fyri ferðafólk og vitjandi í einum ringi uttan um torgið og við skrivstovum, vinnuvirkjum og íbúðum í teimum ovaru hæddunum á húsunum. Hetta býartorgið hevur eitt skap, sum fer at verja fyri veðri og vindi og gera, at har verður dámligt at vera, eisini gerandisdagar, tá ið virksemið er avmarkað.
Út frá hesari kjarnuni ber so til at byggja út í stigum so hvørt, bygningar sum mentanarhúsið, sjóvinnusavnið, umsitingarhús til kommununa við tænastum til borgararnar.
Teir enstøku partarnir í uppskotinum kunnu verða nærri viðgjørdir í endaligu ætlanini, men tað er týdningarmikið ikki at sleppa høvuðsskapinum við sínum greiðu útsýnislinju, eitt skap, sum á stórfingnan hátt er vístur í stjørnuskapaðu tekningini av samanbindingini millum verandi býin og tann nýggja, sum er komandi hjartað í býnum.
- Skipanaruppskot (11.29 MB)
Myndir úr skipanaruppskotinum
Miðbýarætlanin er skipað í sjey býlingum og íbúðarbýlingurin við 30 íbúðum og savnandi torgi er fyrsta byggistig.