Tíðindi
Tá ið starvsfólkini á dagstovnaøkinum í ár hittast til felags ráðleggingardag, verður tað við evninum “ABC fyri sálarliga heilsu”, sum Fólkaheilsuráðið hevur sett á breddan saman við kommunum og øðrum samstarvspørtum.
Dagstovnarnir hjá Klaksvíkar kommunu hava hvørt ár ein ráðleggingardag, har fakliga menningin verður sett í hásætið og sjóneykan sett á skiftandi evni hvørt ár. Í samband við átakið hjá Fólkaheilsuráðnum ABC fyri sálarliga heilsu, sum Klaksvíkar kommuna er partur av, fer ráðleggingardagurin í ár at snúgva seg um hetta evni.
Fólkaheilsuráðið greiðir á heimasíðu síni soleiðis frá, hvat sálarlig heilsa er:
“Sálarlig heilsa er ein støða av trivnaði, har tú sum menniskja kanst menna og royna tíni evni, handfara avbjóðingar og strongd í gerandisdegnum, vera partur av jaligum sosialum sambondum og mengar at geva íkast til felagsskapin”.
Monika Mohr, verkætlanarleiðari fyri ABC fyri sálarliga heilsu, leggur fram á ráðleggingardegnum, sum í ár verður hildin fríggjadagin 11. mai.
Av tí at øll starvsfólk á øllum dagstovnum eru við á ráðleggingardegnum, hava allir dagstovnar í Klaksvíkar kommunu stongt hendan dagin. Foreldur verða eisini kunnað um hetta á hvørjum einstøkum stovni.

Handilslívið skal hava góðar karmar

Torraskráin 2025

Arbeiði við Norðoyatunnilin
