Tíðindi

13.12.2017
Býráðsskrivstovan á jólum

Í samband við jóla- og nýggjárshøgtíðina verður býráðsskrivstovan stongd frá og við fríggjadegi 22. desember 2017. Opið verður aftur mikudagin 3. januar 2018.

Borgarar, sum hava átrokandi ørindi hesa tíðina, kunnu ringja til hesar telefonir:

  • Um trupulleikar eru við vatnveitingini o.tl. fartlf. 224500 (Vatndeildin)
  • Um talan er um annað, so sum kloakkviðurskifti v.m. fartlf. 216488 (Vegadeildin)
  • Um tørvur er at fáa fatur á barnaverndartænastuni fartlf. 219181 (Barnaverndin)

Býráðsskrivstovan hevur telefon 41 00 00, har er ein sjálvvirkandi telefonsvarari, sum veitir upplýsingar um omanfyri nevndu og onnur telefonnr. Har kunnu borgarar ringja í áleikandi ørindum.

Barnatannrøktin er somuleiðis í jólaferiu frá 21. desember til og við 2. januar 2018. Tannapínuvakt verður 28. desember, og ringjast kann 27. desember millum kl 10 og 12 á telefon 216651 at fáa tíð.

Onnur tíðindi
08.05.2024

Broytingar í ferðsluni

07.05.2024

Summar­ansing 2024

07.05.2024

Ein virkin vika farin aftur um bak

07.05.2024

Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskránna