Tíðindi

12.11.2018
Myndarøð: væleydnað Gakk ella renn leygardagin

Leygardagin bjóðaði kommunan aftur til Gakk ella renn fyri at varpa ljós á ABC fyri sálarliga heilsu, og uppmøtingin var aftur góð hesa ferð.

Við at skipa fyri Gakk ella renn-tiltøkum eina ferð um mánaðin ynskir kommunan at varpa ljós á ABC fyri sálarliga heilsu og samstundis sambandið millum likamliga og sálarliga heilsu. Høvuðsboðskapurin í ABC er, at vit kunnu fremja okkara sálarligu heilsu við at vera virkin, saman og hugbundin, og leygardagin nýttu nógv høvið at gera júst hetta við einum gongu- ella rennitúri. 

Túrurin byrjaði við Býráðshúsið kl.11, og tá øll høvdu gingið ella runnið í 15 minuttir, vendu tey og gingu ella runnu "heim" aftur. Afturkomin í Býráðssalin fingu luttakararnir frísktpressað juice og eina hugnaliga løtu við práti. Eisini varð trekt lut um eina ABC-renniblusu millum øll, sum vóru við á túrinum. Hepni vinnarin gjørdist Karin Ósa Høgnesen, og mamma hennara Vinna Ósa Eliasen tók ímóti hennara vegna. 

Klaksvíkar kommuna fegnast um góðu undirtøkuna, og vit gleða okkum til næsta Gakk ella renn-tiltak, sum verður á skránni leygardagin 15. desember kl.11.  

 

Onnur tíðindi
03.02.2025

Stuðuls­møguleikar í ferðavinnuni

31.01.2025

Klaksvíkar býráð samtykt KT-trygdar­politikk

29.01.2025

Býráðsskráin 30. januar

29.01.2025

21 nýggj parkeringspláss við Stangavegin