Tíðindi
Havið og tilfeingið í havinum hava spælt stóran leiklut í lívi og virki hjá fólki í Klaksvík – og ger tað framvegis.
Nú stundar torratíðin aftur til, og verða dagarnir hildnir í Klaksvík 17. til 22. februar. Nógv ymiskt spennandi, bæði nútímans og afturlítandi, er á skrá. Við Torradøgum ynskir Klaksvíkar kommuna seta sjóneykuna á mentanarliga virði innan sjóvinnu, sjólív og tað vinnulív í her annars hevur verið og er.
Klaksvík er fiskivinnuhøvuðsstaður, og við stórum og fjølbroyttum virksemi hevur hendan vinna skapt grundarlagið undir okkara nútímans vælferðarsamfelagi, har mentan er ein sjálvsagdur lutur – Ja, vinnan og mentan ganga lið við lið.
Góða Torraviku – kunna teg nærri um Torravikuna niðanfyri
Sì skránna her: Torradagar 2025 (pdf)
Mánadagur 17.februar
kl. 09.00 - 21.00 - Café Fríða
kl. 11.30 - 15.00 - Angus opið
kl. 12.00 - 20.00 - Café Fríða
Hvønn dag í Torravikuni. Serligur Torra-borðseðil – sí Frida.fo. Eisini er annað mangt á borðseðlinum
kl. 13.00 - 17.30 Blái Krossur Føroya
kl.13.00 – 17.00 Dugni, Tinghúsið - Klaksvíkvegur 56
Tað er Louisa Sivertsen, sum sýnir fram verk síni – ein søluframsýning
Kl. 14.00 – 16.00 Varpið - Foyerin. Norðoya Listafelag sýnir fram listaverk
kl. 16.00 - Christianskirkjan í kirkjukjallaranum. Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari í 35 ár – um at bera sjófólkinum góð tíðindi - og samstundis bera tíðindi frá sjófólkinum til fólkið heima. Drekkamunnur verður boðin aftaná
kl. 17.00 - 21.30 Angus opið bjóðar serligan Torra-borðseðil. Angus.fo – 457777
kl. 19.30 Klaksvíkar bókasavn. Bókacafe við Eyðuni Klakstein. Tað verður Arnbjørn Ó. Dalsgarð, ið fer at hava samrøðu við rithøvundin um bókina Lygn.
kl. 19.30 Varpið: Hvussu ávirka veðurlagsbroytingarnar Føroyar?
Kendi danski veðurmaðurin á DR, Jesper Theilgaard fer at hava fyrilestur um, hvussu veðrið verður. Jesper fer í fyrilestri sínum at koma neyvari inn á orsøkina til veðurlagsbroytingarnar, tí tað er her, vit kunnu finna møguligu loysnirnar. Kaffi og prát er eisini á skrá.
kl. 20.00 Café Gloria. Sangløta. Elim saman Frelsunarherinum, hava andakt og skipa fyri sangkvøldið, eisini verður ein góður drekkamunnur at fáa.
Týsdagur 18.februar
kl. 09.00 - 21.00 - Café Fríða
kl. 09.30 - Emmaus. Menn hittast í Emmaus til eina andakt, morgunkaffi og prát.
kl. 10.00 - 16.00 Spinnaríið. Spinnaríið við ánna vitjar á Torradøgunum í Klaksvík
Spinnaríið við ánna, stovnað á sumri 2024, er fyrsta mikrospinnarí í Føroyum. Spinnaríið við ánna er á Skeravegi 5 í Skopun, har føroysk ull, okkara gull úr vøkru nátturuni verður vaskað, karðað og spunnin til lekkurt serføroyskt tógv
Hvønn týsdag er ullavirking í Spinnarínum, har Anna Evensa Abrahamsen hevur frálæru í ullavirking og spinning. Skeiðið verður eisini týsdagin í Torravikuni – kaffi er á kannuni
kl. 11.30 - 15.00 - Angus opið
kl. 12.00 - 20.00 - Café Fríða
kl. 13.00 - 17.30 Blái Krossur Føroya
kl.13.00 – 17.00 Dugni, Tinghúsið. Listaframsýning: Tað er Louisa Sivertsen, sum sýnir fram verk síni – ein søluframsýning Í samstarvi við Kondittarí Marietta selja tey kakur afturvið einum góðum drekkamunni
Kl. 14.00 – 16.00 Varpið - Foyerin. Norðoya Listafelag sýnir fram listaverk – í kjallaranum í Varpinum
Kl. 15.00 – 20.00 Gallarí Á Stongunum. Listaframsýning við Lydiu Petersen og Jógvan K. Glerfoss. Á Torradøgum og eftirfylgjandi dagarnar, 18. – 27. februar, verður listaframsýning í Gallarí Á Stongunum.
kl. 16.00 Smæran. Veðursjúka – Uni Arge greiður frá úr bókum sínum ”Veðursjúka I og II”
Greitt verður m.a. frá um, at vit stundum gerast veðursjúk, og at nú sigst veðrið eisini sjálvt at vera vorðið sjúkt – Veðrið verður sett á skák við einum skálkasmíli eisini
kl. 17.00 - 21.30 Angus opið
kl. 19.00 Klaksvíkar bókasavn. Bindiskeið við Sáru Mrdalo frá Navia. Vit fara at binda ymiskt struktur- og holmynstur.
At hava við: Ermastokkar nr. 4 (umleið) og hóskandi tógv, minst tveir ymiskir ljósir litir, saks og blýant.
kl. 19.30 - Varpið. Sang- og hugnaløta við 17 sangarum og SUÐ, har Pætur við Keldu eisini spælir undir. Pætur fer eisini at spæla onkur løg solo. Felagssangur er eisini á skrá. Eisini fara vit at hoyra eitt SPIRIO-stykki á flyglinum
Mikudagur 19. februar
kl. 09.00 - 21:00 - Café Fríða
kl. 10.00 KFUM & K – morgunderkka við góðum hugnapráti
kl. 10.45 KFUM & K - Henry Christiansen, Leirvik greiðir frá ymiskum á sjónum. Hann er 68 ára gamal hevur verið til skips at kalla alt sítt lív og veit frá mongum at siga. Henry er ikki skorin fyri tungubandið, dugir væl at taka til og hevur nógvar áhugaverdar søgur frá sjónum í skjáttum.
kl. 11.30 - 16.00 - Café Gloria - Tað stóra fiskaborðið. Møgleiki verður at velja millum fleiri fiskarættir, lippur, kjálkar, knettir, frikadellur, saltfisk, feskan fisk, livur og rogn og nógv annað gott. Góður ræstur fiskir, garnatálg, gott spik er enntá á borðseðlinum. Eisini verður kaffi/te og køkur omaná. Kostnaður kr. 200,-
kl. 11.30 - 15.00 - Angus opið. Serligur Torra-borðseðil. Angus.fo – 457777
kl. 12.00 - 20.00 - Café Fríða. Hvønn dag í Torravikuni. Serligur Torra-borðseðil – sí Frida.fo
kl. 13.00 - 17.30 - Blái Krossur Føroya. Nólsoyar Pálsgøta 22. Klæðir kunnu latast inn allar dagar.
kl.13.00 – 17.00 Dugni, Tinghúsið. Listaframsýning. Tað er Louisa Sivertsen, sum sýnir fram verk síni – ein søluframsýning. Í samstarvið við Kondittarí Marietta selja tey kakur afturvið einum góðum drekkamunni
Kl. 14.00 – 16.00 Varpið. Norðoya Listafelag sýnir fram listaverk – í kjallaranum í Varpinum. Ein afturlítandi framsýning við verkum hjá Norðoya Listafelag.
Kl. 15.00 – 20.00 Gallarí Á Stongunum. Listaframsýning við Lydiu Petersen og Jógvan K. Glerfoss. Á Torradøgum og eftirfylgjandi dagarnar, 18. – 27. februar, verður listaframsýning í Gallarí Á Stongunum.
kl. 16.00 - 18.00 - Dávavirkið - Reyði Krossur letur upp endurnýtsluhandil í Klaksvík. Søgur verða sagdar frá, tá ið Dávavirkið lat upp, av ymiskum monnum, sum arbeiddu har í síni tíð. Annars um virksemið hjá Reyða Krossi, og hvussu loftið á Dávavirkinum verður brúkt í hesum sambandi.
kl. 16.00 Smæran. Andrass Henriksen úr Sørvági greiðir við orðum og myndum frá norska skipinum Silvu, sum var í Føroyum undir seinna heimsbardaga. Eisini um tá ið teir vóru bumbaðir á vágni í Klaksvík. Kaffi er á kannuni.
kl. 16.30 Klaksvíkar Bókasavn. Søguløta fyri børn við Rakul Ró Steintórsdóttir. Rakul lesur úr nýggju bók síni "Rógvi og náttarravnur" á barnabókasavninum. Aftaná eru børnini vælkomin at lita myndir úr bókini.
kl. 17.30 - Christianskirkjan: Torra-skrúvugudstænasta v/Øssuri Kjølbro
kl. 17.00 - 21.30 - Angus opið. Sí matskrá og bílegg borð. Serligur Torra-borðseðil. Angus.fo – 457777
kl. 19.00 Varpið – Torratingið
Fiskivinnukjak - Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar at gera fleiri broytingar í sjófeingislógini. Hoyringar hava verið, og lógaruppskotið verður væntandi lagt fyri løgtingið fyrsta dagin. Hesar broytingar verða umrøddar í árliga fiskivinnutinginum á Torradøgunum. Jón Brian Hvidtfeldt og John Johannesen eru vertir, og verður sent beinleiðis í útvarpinum og stroymt á Norðlýsinum. Tú kanst eisini vera við og siga tína hjartans meining
kl. 20.00 - Norðoya Bátafelag - í gamla roykivirkinum, Faktorsvegur 6. Spælt verður sjavs í felagshølunum
Hósdagur 20.februar
kl. 09.00 - 21:00 - Café Fríða
kl. 10.00 - Betesda – Torrakafé við Viberg Sørensen um sjólív sítt
– Viberg, sum er góður frásøgumaður, hevur átt skip, verið formaður Reiðarafelagnum og verið nógv á sjónum, hevur nógv at siga frá. Honum líkar hugtakið: ”At bróta upp úr nýggjum”. Tú kanst hoyra hann á Torradøgunum greiða frá sjólívi sínum á Torrakáféini í Betesda, hósmorgunin, har eisini nógvur tónleikur og sangur er á skrá við Vitanum.
Eisini verður boðið gott kaffi saman við einum góðum torrapráti og einum køkubita
kl. 11.30 - 15.00 Angus opið
kl. 12.00 - 20.00 Café Fríða
kl. 13.00 - 17.30 Blái Krossur Føroya
kl.13.00 – 17.00 Dugni, Tinghúsið - Listaframsýning. Tað er Louisa Sivertsen, sum sýnir fram verk síni – ein søluframsýning. Í samstarvi við Kondittarí Marietta selja tey kakur afturvið einum góðum drekkamunni
Kl. 14.00 – 16.00 Varpið - Foyerin. Norðoya Listafelag sýnir fram listaverk – í kjallaranum í Varpinum. Ein afturlítandi framsýning við verkum hjá Norðoya Listafelag.
Kl. 15.00 – 20.00 Gallarí Á Stongunum. Listaframsýning við Lydiu Petersen og Jógvan K. Glerfoss. Á Torradøgum og eftirfylgjandi dagarnar, 18. – 27. februar, verður listaframsýning í Gallarí Á Stongunum.
kl. 16.00 Smæran. Poul Sivar Olsen greiðir frá uppvøkstri sínum í Svínoy og um ferðir á fiskileið á Flemish Kap. Poul Sivar fór til skips 17 ára gamal við Jógvan S. Hann hevur verið heilar 12 saltfiskatúrar á Flemish Kap. Frásøgumaður er hann góður, so okkurt áhugavert og skemtiligt verður helst á skrá.
kl. 16.00 Norðoya Gongufelag. Hittast við oljutangarnar á Grótrætt.
Leiðin - Torra-túrurin - sum er stutt hesaferð, liggur umvegis Norðhavnina til Faroe Ship, har Símun Gullaksen sigur frá
Fylgið við inni á Norðoya Gongufelag á facebook um møguligar broytingar.
kl. 16.00 – 18.00: Dragin Opið skip umborð á Draganum. Til ber at kunna seg um virksemið umborð á skúlaskipinum. Kokkurin bjóðar kaffi.
kl. 17.00 - 21.30 - Angus opið. Sí matskrá og bílegg borð á Angus.fo – 457777. Serlig Torramatskrá:
kl. 19.00 - Café Gloria. Sjavskapping og hugnaløta á Café Gloria
kl. 19.00 - Auluni á Skúlatrøð.
Klaksvíkar Tónlistaskúli og Barnadansurin hjá Dansifelagnum skipa fyri konsert og føroyskum dansi í auluni á Skúlatrøð. Næmingar og lærarar framføra føroyskan sang og kvæði, aftaná skipar Klaksvíkar Dansifelag fyri barnadansi. Eisini verður drekkamunnur at fáa.
kl. 19.00 – 21:15 Fyrilestur í Varpinum. Evni: "Foreldur í einum talgildum heimi"
Jonas Ravn, ráðgevi innan talgildan trivnað hjá børnum og ungum, greiðir frá, hvussu vit kunnu verða góð foreldur hjá talgildum ungum Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi, gevur fakligt innlit og góð ráð til foreldur. Annika Kunoy Im og Tóra Effersøe Mortensen frá Kvinnu fara at hava sofaprát við ung.
kl. 19.30 Miðhøllin á Skúlatrøð: Evni: Nýggjur miðbýur og eitt havnalag í broyting
Havnaløgini eru ein týðandi partur av søguni og samleikanum í Klaksvík Havnalagi – m.a. Úti í Klaksvík, framvið Hotellinum, Neystinum, Akursmørk, felagshús til Norðoya Bátafelag og økið við Bollafabrikkina.
Gunnar Nolsøe er vertur: Luttakarar verða Andreas Andreassen, tekniskur stjóri, Ósbjørn Jakobsen, arkitektur, Albert Isfeld, arkitektur, og Jákup Andreasen, rithøvundi.
kl. 19.30 Klaksvíkar Bókasavn
Bókacafe við Sólrún Michelsen. Tað verður Marna Jacobsen, ið fer at hava samrøðu við rithøvundin um bókina "Sára Malena". Sára Malena er millum tey trý verkini, sum í ár eru í uppskoti til at fáa Lesaravirðislønina 2025.
Fríggjadagur 21. februar
kl. 09.00 - 21:00 Café Fríða
kl. 10.00 - Christianskirkjan. Vøggusangur v/Jóhannu Johannesen
kl. 10.00 - 16.00 Spinnaríið. Spinnaríið við ánna vitjar á Torradøgunum í Klaksvík. Spinnaríið við ánna, stovnað á sumri 2024, er fyrsta mikrospinnarí í Føroyum. Spinnaríið við ánna er á Skeravegi 5 í Skopun, har føroysk ull, okkara gull úr vøkru nátturuni verður vaskað, karðað og spunnin til lekkurt serføroyskt tógv.
kl. 10.00 - 16.00 Spinnaríið. Lær at spinna tín egna tráð á lítlastrá. Guðrun Sundar Hansen, útbúgvin spinni- og vevilærari, hevur skeið í ullavirking í Spinnarínum. Tilmelding: Senda boð við tínum navni og bústaði til gudrun.elttoer@gmail.com Prísurin er 400 krónur um dagin.
Kl. 10.00-16.00 Spinnaríið, Jana Skorheim Sørenensen sýnir fram hondgjørd teppi.
kl. 12.00 - 20.00 - Café Fríða. Hvønn dag í Torravikuni. Serligur Torra-borðseðil – sí Frida.fo.
kl. 11.30 - 15.00 - Angus opið. Sí matskrá og bílegg borð. Serligur Torra-borðseðil. Angus.fo – 457777
kl. 13.00 - 17.30 - Blái Krossur Føroya.
kl.13.00 – 17.00 Dugni, Tinghúsið - Klaksvíkvegur 56. Listaframsýning. Tað er Louisa Sivertsen, sum sýnir fram verk síni – ein søluframsýning. Í samstarvi við Kondittarí Marietta selja tey kakur afturvið einum góðum drekkamunni.
Kl. 14.00 – 16.00 Varpið. Norðoya Listafelag sýnir fram listaverk – í kjallaranum í Varpinum. Ein afturlítandi framsýning við verkum hjá Norðoya Listafelag.
Kl. 15.00 – 20.00 Gallarí Á Stongunum. Listaframsýning við Lydiu Petersen og Jógvan K. Glerfoss. Á Torradøgum og eftirfylgjandi dagarnar, 18. – 27. februar, verður listaframsýning í Gallarí Á Stongunum.
kl. 16.00: Varpið - Eg sjólívið valdi, men...
Hetta er heitið á frásøgn, har Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommuna greiðir frá sjólívi sínum. Torbjørn fór á sjómansskúla, haðani hann tók skipsføraraprógv í 1981 saman við m.a. Hanus Hansen, Jákup Dion Frederiksen og Dánjal Klakk. Árið eftir 3. juni í 1982, mátti hann sum skipari seta Norðvíking á land sunnarlaga í Grønlandi.
Kom og hoyr hesa spennandi søgu, har hann tá m.a. eisini var lagdur í hondjørn
16.00 – 18.00: Dragin Opið skip umborð á Draganum. Til ber at kunna seg um virksemið umborð á skúlaskipinum
Kl. 17.00: Gallarí Á Stongunum. Fyrilestur um listamannin Hans Jacob Glerfoss, har dóttirin Hansa Glerfoss greiðir frá um lívið og listina hjá pápanum. Vístar verða avmyndaðir málningar frá ymiskum tíðarskeiðum hjá Hans Jacob Glerfoss. 17 sangarar verða somuleiðis við til at ríka løtuna við sangframførslum av yrkingum hjá listamanninum.
kl. 17.00 - 22.00 - Angus opið. Sí matskrá og bílegg borð. Angus.fo – 457777. Serlig Torramatskrá – alla vikuna:
kl. 19.00 Miðstovan – Norðoya Fornminnasavn. Bátur og fólk.
Jóan Pauli Joensen, professari greiðir frá tí týdningi, báturin hevur havt fyri føroyingar og frá tí, sum er knýtt at hesum serstaka mentanararvi okkara. ”Bundin er bátleysur maður”, varð tikið til.
kl. 20.00 - Torratalv á Café Fríðu. Klaksvíkar Talvfelag skipar fyri einum hugnaligum kvøldi fyri Torra-telvarar - uttan ratingtal. Avmarkað luttøka - tilmelding: tummasmartinsolsker@gmail.com.
Leygardagur 22. februar
kl. 09.00 - 21:00 - Café Fríða
kl. 10.00 - Norðoya Bátafelag - í gamla Roykivirkinum, Faktorsvegur 6. Boðin verður ókeypis morgunmatur.
kl. 10.00 - 16.00 Spinnaríið. Spinnaríið við ánna vitjar á Torradøgunum í Klaksvík.
Spinnaríið við ánna, stovnað á sumri 2024, er fyrsta mikrospinnarí í Føroyum. Spinnaríið við ánna er á Skeravegi 5 í Skopun, har føroysk ull, okkara gull úr vøkru nátturuni verður vaskað, karðað og spunnin til lekkurt serføroyskt tógv.
kl. 10.00 - 16.00 Spinnaríið. Lær at spinna tín egna tráð á lítlastrá. Guðrun Sundar Hansen, útbúgvin spinni- og vevilærari, hevur skeið í ullavirking í Spinnarínum. Tilmelding: Senda boð við tínum navni og bústaði til gudrun.elttoer@gmail.com. Prísurin er 400 krónur um dagin
kl. 10.00 - 14.00 - Blái Krossur Føroya. Nólsoyar Pálsgøta 22. Klæðir kunnu latast inn allar dagar.
kl.10.00 – 14.00 Dugni, Tinghúsið - Klaksvíkvegur 56. Listaframsýning. Tað er Louisa Sivertsen, sum sýnir fram verk síni – ein søluframsýning. Í samstarvi við Kondittarí Marietta selja tey kakur afturvið einum góðum drekkamunni
kl. 10.00 - 14.,30 - Opið Hús á TSK. Allar deildirnar á skúlanum hava opið, og til ber at kunna seg um virksemið á skúlanum. Ymiskar kappingar verða á ymsu deildunum. Eitt nú verður altíð væl umtókta páskaregg-kappingin hjá Serbreytini aftur á skrá. Evnið hesa ferð er “Standmyndir í Klaksvík”. Serbreytin bjóðar eisini vaflur, kaffi og saft.
Komandi næmingar og avvarðandi hava eisini møguleika at síggja umstøðurnar á næmingaheiminum.
Lestrarvegleiðarar vegleiða um útbúgvingarnar á skúlanum.
Kl. 10.00 Gakk og Renn (tiltakið er avlýst)
kl. 11.00 - Rennibreytin VK 6. Treysti skipar fyri rennikapping. Kappingin er ein partur av Raska vetrarkappingini í renning. Tilmelding fer fram á staðnum áðrenn kappingarbyrjan ella online á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya, sum er www.fif.fo.
Kl. 11.00 – 14.00 - Torra sjálvtøkuborð á TSK - Matvørudeildin. Næmingar á Matvørudeildini TSK bjóða eitt Torra-sjálvtøkuborð. Borðreitt verður við rávørum úr sjónum. Eisini verður okkurt søtt og gott omaná. Atgongumerki til Torra-sjálvtøkuborðið á 100 kr. fáast í TSK á degnum.
kl. 11.00 Magnstøðin í Klaksvík. Bestu Torra-epli og røtur úr Trøðum av Sandi fáast til keyps. Miðstovugarðurin á Sandi 220203.
kl. 11.00 – 15.00 Í Aulini á Skúlatrøð - TeknmálsCafé
Karl Haldorsson Johansen, borgarstjóri heldur røðu og setur Cafáina. Kantinan opin, selur vaflur og drekka. Brunnurin og postarenning til børn byrjar. Tónleikur - Absalon spælir og Unn syngur
12.00 – 13.00 Í Aulini á Skúlatrøð - TeknmálsCafé. Sjómenn við niðursettari hoyrn, m.a. skiparar, siga frá teirra lívi umborð á skipi og um Bláubók í sambandi við niðursetta hoyrn.
13.00 – 14.00 Pallborðsfundur: ”Kunnu fólk við niðursettari hoyrn verða sjómenn? Hvat siga altjóða reglurnar”?Orðstýrari er Beinta Løwe
14.30 – 15.00 Teknmálstulkar greiða frá arbeiði sínum
kl. 11.30 - 15.00 - Angus opið. Sí matskrá og bílegg borð. Angus.fo – 457777
kl. 12.00 - 20.00 - Café Fríða. Hvønn dag í Torravikuni. Serligur Torra-borðseðil – sí Frida.fo
Kl. 12.30 Christianskirkjan. Torramatiné við Klaksvíkar Hornorkestri. Spæld verða góð og hugnalig løg.
Kl. 14.00 – 16.00 Varpið - Norðoya Listafelag sýnir fram listaverk. Ein afturlítandi framsýning.
14.00 – 17.00: Dragin Opið skip umborð á Draganum. Til ber at kunna seg um virksemið umborð á skúlaskipinum
Kl. 15.00 – 20.00 Gallarí Á Stongunum. Listaframsýning við Lydiu Petersen og Jógvan K. Glerfoss. Á Torradøgum og eftirfylgjandi dagarnar, 18. – 27. februar, verður listaframsýning í Gallarí Á Stongunum
Kl 16.00 Foyerini í Varpinum: Vilji er lekjandi máttur
- Nýggj bók um buldrasliga lívið hjá Gunnari Hjelm verður løgd fram og umrødd. Ragnhild Ellingsgaard verður vertur og prátar við høvuðspersónin um bókina. Bókin lýsir Gunnar Hjelm sum ítróttarmann. Ein pisasligan drong, sum hevði sínar dreymar.
kl. 17.00 - 22.00 - Angus opið. Sí matskrá og bílegg borð. Angus.fo – 457777. Serlig Torramatskrá – alla vikuna:
Kl. 21.00 – 01.00 Café Fríða. Torra Quiz - Sjómansquiz og hugnaløta - Ein spurnarkapping um fisk og bátar
Sámal Petur í Grund og Martin Vágsheyg skipa fyri
Sunnudagur 23. februar
kl. 11.00 - Christianskirkjan. Gudstænasta við Marjun Lómaklett, sóknarpresti. Atlargongd
kl. 11.30 - 15.00 Angus opið. Sí matskrá og bílegg borð. Angus.fo – 457777
Kl. 15.00 – 18.00 Gallarí Á Stongunum. Listaframsýning við Lydiu Petersen og Jógvan K. Glerfoss. Á Torradøgum er listaframsýning í Gallarí Á Stongunum.
kl. 17.00 - 21.30 Angus opið. Sí matskrá og bílegg borð.

Viðlíkahaldsarbeiði á rennibreytini

Næmingar frá tekniska skúla á vitjan

Earth hour í Klaksvík
