Tíðindi
08.05.2019
Tilboð um summaransing
Tilmeldingin til summaransingartilboðið hjá dagstovnunum í Klaksvíkar kommunu er nú talgild.
Í ár er avgjørt, at dagstovnar í Klaksvíkar Kommunu fara í summarfrí vikurnar 30, 31 og 32. Fyri at kenna veruliga tørvin, og fyri at gagnnýta arbeiðsorkuna best møguligt, er ynskiligt at foreldur skráseta, hvønn tørv teirra barn hevur á summaransing. Ein tílík skipan krevur góða planlegging, tí har eru bæði nógv børn og starvsfólk, sum skulu halda sína summarferiu.
Foreldur verða tí biðin um at boða frá her á síðuni, hvønn tørv barnið hevur á summaransing. Fráboðanin skal vera Klaksvíkar Kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. mai 2019.
Melda til her: Summaransing 2019
Onnur tíðindi
03.02.2025
Stuðulsmøguleikar í ferðavinnuni
31.01.2025
Klaksvíkar býráð samtykt KT-trygdarpolitikk
29.01.2025
Býráðsskráin 30. januar
29.01.2025