Tíðindi

16.03.2020
Trý starvsfólk í Mylnuhúsinum í Klaksvík smittað av Covid-19

Landslæknin boðaði í gjár tveimum starvsfólkum í Mylnuhúsinum frá, at tey vóru testað positiv við Covid-19 smittuni. Talan er um starvsfelagar hjá námsfrøðinginum, sum varð staðfest smittað hósdagin í farnu viku.

Eftir tilmæli frá serkunnleika landsins, vórðu tey flestu av starvsfólkunum í Mylnuhúsinum sett í sóttarhald hósdagin, og tískil hava hesi ikki verið í samband við onnur síðani hósdagin. Tað sama er galdandi fyri fleiri av børnunum í Mylnuhúsinum, sum hava verið í sóttarhaldi síðan fríggjadagin.

Øll foreldur í Mylnuhúsinum eru kunnað um støðuna og hava fingið boð um at vera heima, til nærri boð koma frá Landslæknanum um, hvør møguliga skal í sóttarhald afturat.

Landslæknin tekur sær nú av málinum og tí, sum víðari skal henda fyri at fyribyrgja, at fleiri verða smittað.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at kommunan tekur hetta í størsta álvara.

- Tilburðirnir í gjár vórðu staðfestir hjá fólki, sum longu vóru í sóttarhaldi. Sostatt hevur smittan sannlíkt breitt seg minni, enn hon annars kundi gjørt. Tí hevur tað stóran týdning, at vit øll virða ásetingarnar í sambandi við sóttarhald og á tann hátt avmarka smittuvandan. Soleiðis hjálpa vit hvørjum øðrum á ein skilagóðan hátt, sigur Jógvan Skorheim.

Onnur tíðindi
20.12.2024

Dagførd reglugerð fyri grund­stykkjalistan

20.12.2024

Barnahúsið Margit søkir eftir Námsfrøðingum

20.12.2024

Løgfrøð­ingur til Klaksvíkar kommunu

20.12.2024

Søkt verður eftir tveimum dagrøktarum