Tíðindi
01.04.2020
Til ber at lána bøkur frá bókasavninum
Sjálvt um bókasavnið er stongt, ber til at bíleggja bøkur gjøgnum telefon, teldupost ella við at senda eini boð í boðklivin á facebook hjá bókasavninum. Avtalað verður síðani gjørd nær bókin kann heintast.
Bókasavnið hevur, sum aðrar kommunalar tænastur, verið stongt síðani 13. mars, men við hesi skipan, har viðskiftafólk ikki koma inn á bókasavnið, ber nú til at lána bøkur kortini.
Avgreiðslan er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 13.00 til 15.00. Tá ber til at ringja á tel. 455757.
Boð kunnu eisini sendast til kb@kb.fo ella í boðklivan á facebook hjá Klaksvíkar bókasavni
Onnur tíðindi

21.02.2025
Handilslívið skal hava góðar karmar

21.02.2025
Torraskráin 2025

20.02.2025
Arbeiði við Norðoyatunnilin

19.02.2025