Tíðindi
Seinnapartin í dag var borgarstjórin, Karl Johansen, vertur fyri almenna statsvitjan, tá Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og Múte B. Egede, landsstýrisformaður, saman við løgmanni, Bárður á Steig Nielsen, vitjaðu Christianskirkjuna, Edward Fuglø, Føroya Bjór og Varpið.
Vitjanin byrjaði í Christianskirkjuni, har Hanus á Gørðum, prestur, tók ímóti gestunum. Eftir rundsýningina í kirkjuni, gekk leiðin út í Gamla Seglhúsið, har Klaksvíkar býráð og embætisfólk vóru boðin til miðmála saman við høvuðsgestunum.
Eftir miðmálan varð vitjað í atelierinum hjá Edward Fuglø, har hann serliga greiddi frá hugskotunum um donsku týðingina av Fuglakvæðinum. M.a. segði Edward, at allir 12 fuglarnir, sum hann hevur málað, verða nevndir í kvæðinum, og at myndlýsingarnar geva serliga góða meining, tá ið kvæðið verður lisið. Sum við aðrari list hjá Edwardi, so hevur hann eisini í hesum førinum sett kvæðið í ein nútíðar samanhang, sum á hendan hátt eisini lýsir føroyska samfelagið.
Vitjað var eisini í Varpinum, har Dávur Winther, mentanarleiðari, greiddi frá. Húsið er væl áleiðs og skal eftir núverandi tíðarætlan standa liðugt í seinni í ár. Gestirnir vóru sera hugtiknir av góðu umstøðunum, og vóru fleiri, sum vístu áhuga í, at koma aftur, tá ið Varpið verður liðugt og tikið í nýtslu.
Vitjanin endaði við eini rundsýning í Føroya Bjór, har Annika Waag, stjóri, tók ímóti gestunum, sum fingu eina rundsýning í bryggjarínum. Greitt varð frá søguni og virkseminum hjá Føroya Bjór, sum hevur ment seg nógv gjøgnum árini.
Samstarvsráðið fund í morgin
Í samband við statsvitjanina er fyrsti fundur í nýggja uttanríkis-, trygdar-, og verjupolitiska samstarvsráðnum millum Føroyar, Danmark og Grønland.
Fundurin verður í morgin, og er høvuðsendamálið við samstarvsráðnum at tryggja kunning og samskipan í mun til uttanríkis, trygdar- og verjumál fyri Føroyar, Danmark og Grønland.
Samstarvsráðið bleiv formliga skipað seinasta heyst og Føroyar hava formansskapin í fyrstu setuni.