Tíðindi

23.04.2025
Summaransing 2025

Í ár er avgjørt, at dagstovnar í Klaksvíkar kommunu fara í summarfrí vikurnar 30, 31 og 32. Tó er møguleiki yri summaransing í hesum tíðarskeiðnum.

Fyri at kenna veruliga tørvin, og fyri at gagnnýta arbeiðsorkuna á dagstovnaøkinum best møguligt, er ynskiligt at foreldur skráseta, hvønn tørv teirra barn hevur á ansing í summarfrítíðini. Foreldur verða biðin um at boða frá her á síðuni, hvønn tørv barnið hevur á summaransing.

Fráboðanin skal vera Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 7. mai.

Melda til summaransing her: Summaransing 2025

Onnur tíðindi
23.04.2025

Býráðsfundu­rin útsettur

22.04.2025

Broyting í innsavning­ini í vikuni eftir páskir

16.04.2025

Kommunala bussleiðin um páskirnar