Tíðindi

15.11.2024
Minst til at skráseta tín oljutanga

Frá 1. januar í 2025 er ikki loyvt at hava ein oljutanga, sum er frá 1980 ella eldri. Í hesum sambandi er Klaksvíkar kommuna í holt við at skráseta allar oljutangar í kommununi. Kommunan heitir eisini á tey, sum ongan oljutanga hava, um at skráseta seg í skipanini

Endamálið við arbeiðinum at skráseta oljutangar er at fyribyrgja dálking frá gomlum oljutangum. Hetta stendur í Kunngerð nr. 124 frá 11. september 2018: § 13. Har stedur at ”tangar við ókendum framleiðsluári ella tangar, sum ikki eru góðkendir ella hava ókenda konstruktión ella ókent tilfar, skulu takast úr nýtslu soleiðis:”

1)  Innan 1. januar 2024, um húsini eru bygd fram til og við 1960.

2)  Innan 1. januar 2025, um húsini eru bygd í tíðarskeiðinum 1961-1980.

3)  Innan 1. januar 2026, um húsini eru bygd í tíðarskeiðinum 1981-2000.

4)  Innan 1. januar 2028, um húsini eru bygd eftir ár 2000

 

Allar kommunur hava tí ábyrgd at skráseta oljutangar í kommununi. Hesir upplýsingar um oljutangar, sum borgari skal lata kommununi, í tann mun tær eru tøkar:

1)   Navn og bústað hjá framleiðara.

2)   Tangasnið og tangarúmd.

3)   Framleiðslunummar og framleiðsluár.

4)   Sniðgóðkenningarnummar.

5)   Um tangin hevur ovurfyllingarávaring.

6)   Um rørskipanin er einstreingjað.

7)   Staðseting av tanganum, t.d. í mun til bygning.

8)   Byggialdur á húsinum.

 

Skrásetingin kann gerast við at fara inn á leinkið her:

https://hugin.fo/registeroiltankhome/26  

Onnur tíðindi
20.12.2024

Dagførd reglugerð fyri grund­stykkjalistan

20.12.2024

Barnahúsið Margit søkir eftir Námsfrøðingum

20.12.2024

Løgfrøð­ingur til Klaksvíkar kommunu

20.12.2024

Søkt verður eftir tveimum dagrøktarum