Tíðindi

28.02.2024
Ítrótturin heiðraður í Varpinum

 Týskvøldið bjóðaði Klaksvíkar kommuna øllum ítróttarfeløgum í kommununi til hátíðarhald í Varpinum. Endamálið við tiltakinum var at heiðra ítróttin og sjálvbodna arbeiðinum, sum hvønn dag verður gjørt í feløgunum.

Á leið 200 fólk úr 16 ymiskum feløgum vóru møtt til tiltakið. Á skránni vóru røður frá Karl Johansen, borgarstjóra, Jóhannu Christiansen, forkvinnu í mentanarnevndini, og eisini var ein gestarøða frá Peturi Mittún, aðalskrivara í ÍSF. Harafturat vóru eisini tvær samrøður vístar á stórskíggja. Samrøðurnar vóru við Maju og Danny, sum eru nevndarlimir og venjarar í svimjifelagnum Ægir, og við Fróða og Sonju, sum eru ávikavist næstformaður og forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag. Sum nakað heilt serligt vórðu eisini fimm heiðurslønir lætnar.

Jóhanna Christiansen segði m.a. í røðu síni, at hóast øll feløgini gera eitt megnar arbeiði, og tað kann vera trupult at velja nakran fram um onnur, so varð kortini valt at “markera” nøkur avrik, sum mynda ítróttaárið 2023 á ein serligan hátt. Í ár vórðu avrikini vald millum sjálvbodna arbeiðið, góðan felagsskap, samstarv, áræði og úrslit. Øll feløg, sum vóru heiðrað, fingu ein kekk á 10.000 kr.

Harafturat var ein gávukurv latin til eina kvinnu, sum á ein serligan hátt hevur virkað sjálvboðið í fleiri feløgum í fleiri ár. Tað var Vivi Olsen, sum fekk hendan serliga heiður. Um Vivi bleiv sagt, at hon rennir bæði í bláum, reyðum og uttan iva eisini øðrum litum. Altíð klár við eini hjálpandi hond, líka mikið um tað er fyri Klaksvíkar Fimleikafelag, KÍ, Stjørnuna ella onnur.

Til seinast spældi ungi klaksvíksbólkurin, Adrenalin, nøkur løg. Ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak, har víst verður á týdningin av og stóra virðið í tí sjálvbodna arbeiðinum innan ítróttin í kommununi.

 

Feløgini, sum fingið heiðursløn í ár, vóru:

Klaksvíkar Fimleikafelag

Team Klaksvík og Stjørnarn

Klaksvíkar Róðrarfelg

Klaksvíkar Ítróttarfelag

Onnur tíðindi
23.07.2024

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

17.07.2024

Ferðslu­kunning í samband við dystin hjá Víkingi á Djúpumýru

17.07.2024

Stongt vegna jarðarferð

16.07.2024

Stangavegu­rin asfalteraður