Tíðindi

11.07.2024
Byggisamtyktin fyri B18 góðkend

Vísandi til grein 7 í Býarskipanarlógini*, sendi Klaksvíkar kommuna tann 1. mai 2024 Umhvørvismálaráðnum uppskot til broytingar av økispartinum B18 í almennu byggisamtyktini til góðkenningar.

Uppskotið snúði seg um at økja økispart B18 við tí endamáli at víðka verandi útfylling við uml. 5600 m2. Uppskotið lá frammi til viðmerkingar frá 12. feb. til 4. mars 2024. Kærutíðin var úti 25. mars 2024. Tá freistin at koma við møguligum mótmælum ella broytingaruppskotum var farin, hevði kommunan einki mótmæli ella viðmerking fingið.

Býarskipanarnevnd Landsins hevur havt málið til viðgerðar, og hevur nevndin viðmælt ætlaðu broyting. Umhvørvismálaráðið hevur somuleiðis viðgjørt málið og tekur undir við viðmælinum frá Býarskipanarnevndini og hevur við heimild í grein 4 í Býarskipanarlógini góðkent broytingina av økisparti B18 í almennu byggisamtyktini fyri Klaksvíkar kommunu.

 

Byggisamtyktin sæst her:

Økisblað fyri B18 er at síggja í skjali Vinnuøki B1-B27 s. 16. Les nærri her: Byggisamtykt

*Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022: Løgtingslóg

Onnur tíðindi
15.07.2024

Stangavegu­rin stongdur

15.07.2024

Áminning! Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum standi

12.07.2024

Ferðslu­kunning í samband við bátatreff

12.07.2024

Foreldragjald verður endur­rindað