Tíðindi

04.09.2024
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili

Tað gongur framá við at fáa sett stóra reinsiverkið á Borðoyarvík. Reinsiverkið er stórt, 10 m langt og 3 m í diametur og tekur um 85 rummetrar. Menn hjá kommununi hava nú grivið niður á fast – eini tveyr metrar undir svørðin, og skulu brekka um smáar 2 m longur niður, fyri at fáa leiðingina at passa við reinsiverkið.

Tá ið útstykkjað varð um Gerðareiðið tíðliga í 60-unum, varð so nógv bygging her, at neyðugt varð við einum reinsiverki Niðri í Gili, tey kalla, sum man verða bygt í seinnu helvt av 60-unum.

Hetta reinsiverkið hevur seinnu árini ikki virkað eftir vild, kanska eisini tí, at ov nógv yvirflatuvatn er leitt í tað, heldur enn bert kloakkvatn. Tí hevur nógv tey seinnu árini verið uppá tal at dagføra reinsiverkið her.

Hetta arbeiðið, sum verður gjørt, er partur av arbeiðini ar dagføra kloakkviðurskiftini í Gerðum, á Geilini og á Kráargøtu. Nú eru hesar leiðingar umvældar, og verður nú nýtt reinsiverkið á Borðoyarvík grivið niður. 

Karl Johansen, borgarstjóri, er sera fegin um at arbeiðið við spillvatnsætlanini er komið so væl áleiðis.

- Hetta rørið á Borðoyarvík er nakað sum borgarar hava ilskast á í nógv ár, og tað er væl skiljandi. Tí er tað sera gleðiligt fyri umhvørvið á Borðoyarvík, at kloakkleiðingin verður løgd út á sjógv, soleiðis at hetta ikki longur er til ampa fyri frítíðarøkið millum Borðoyarvík og viðarlundina úti í Grøv.

Hetta rørið verður nú søga. Mynd: Eyðbjørn Jacobsen

Nýggja leiðingar eru grivnar fram við teirri gomlu – heilt frá sjóvarmálanum, sum so skal leggjast niðanum verandi veg og íbindast tað nýggja reinsiverkið har. Seinni skal leiðingin frá reinsiverkinum leiðast nakað væl út á sjógv – góðar 100 m. Hetta nýggja reinsiverkið fer at avlasta tað gamla, sum tó skal verða í nýtslu eisini.

Arbeiðið verður gjørt í tráð við eina miðvísa dagføring av spillvatnleiðingunum í kommununi. Hendan spillvatnsætlanin er góðkent av Umhvørvisstovuni.

 

 

Onnur tíðindi
14.01.2025

Torradagar 2025

14.01.2025

Svimji­felagið Ægir 50 ár

07.01.2025

Starvs­fólk til Fjallafípuna

06.01.2025

Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið