Tíðindi

01.10.2024
Kloakk leiðingin løgd út á sjógv

Tað gongur framá við nýggja reinsiverkinum á Borðoyarvík. Í vikuni verða rørini, sum eru knýtt í reinsiverkið, løgd út á sjógv. Rørið verður lagt 150 metrar út á víkina.

Herfyri varð farið undir arbeiðið at dagføra reinsiverki niðri á Gil í Borðoyarvík. Hetta arbeiðið, sum verður gjørt, er partur av arbeiðinum at dagføra kloakkviðurskiftini í Gerðum, á Geilini og á Kráargøtu. Nú eru hesar leiðingar verða umvældar, verður nýtt reinsiverk grivið niður við Gil á Borðoyarvík.

Sum sæst á myndunum er arbeiðið komið væl áleiðis, og tað er gleðiligt, tí gamla reinsiverkið og opna rørið í fjørðuni, er nakað, ið borgarar hava ilskast á í nógv ár. 

Onnur tíðindi
28.03.2025

Reinsiverkið Niðri í Gili liðugt

27.03.2025

Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum, endur­lýsing

25.03.2025

Viðlíkahalds­arbeiði á rennibreytini

21.03.2025

Næmingar frá tekniska skúla á vitjan