Tíðindi

25.10.2024
Lívbjargari til Klaksvíkar svimjihøll.

Klaksvíkar svimjihøll søkir eftir lívbjargara, til eina av størstu hallunum í landinum. Svimjihøllin hevur millum annað 25 metra svimjihyl, baðiland, heittvatnshyl, sauna og innan- og uttandura vælveruøki. Eisini hevur høllin eina hugnaliga sølubúð.

Høvuðsuppgávurnar eru:

  • at arbeiða sum lívbjargari, harundir taka lut í vaktarskipan
  • at virka fyri, at trygdin verður yvirhildin í svimjihøllini
  • at virka fyri, at reinførisreglur verða yvirhildnar- at vaska høll, brúsudeild, sauna v.m.

Aðrar uppgávur eru:

  • at samstarva um nýggj hugskot, kundanum at frama
  • at taka lut í svimjihallarteknikki, so sum klorroyndir, PH-royndir v.m.
  • at taka lut í ymiskum røktararbeiði
  • at vera í móttøkuni

Vit sóknast eftir manni, sum:

  • hevur lívbjargararoynd, fyrstuhjálparskeið og góðar eginleikar at lívbjarga. (Hesi skeið kunnu takast við starvssetan)
  • hevur góð samstarvsevni
  • er blíður, fyrikomandi, nærlagdur, røkin og álítandi- hevur hugsjónir og áhuga innan svimjing
  • hevur góða heilsustøðu (heilsuváttan krevst)


Setanarviðurskifti: Talan er um arbeiðsviku á 30 tímar í skiftandi vaktum, ið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið, lønarflokkur 3. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Torkil Mørkøre, svimjihallarleiðara, á tlf. 214176.

Umsókn saman við prógvum, heilsuváttan og møguligum viðmælum v.m., skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 8. nov. 2023.


Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Lívbjargari til Klaksvíkar Svimjuhøll

Onnur tíðindi
24.10.2024

Valstøð í kommununi

24.10.2024

Hesi stilla upp til býráðsvalið og staðbundnu nevndirnar

18.10.2024

Hvørji frítíðartilboð eru í kommununi?