Tíðindi

18.10.2024
Hvørji frítíðartilboð eru í kommununi?

Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu eru 16 ítróttafeløg upplýst at vera í kommununi. Ein vifta av sera fjølbroyttum felagsskapum, sum í høvuðsheitinum verða rikin og ment av sjálvbodnum eldsálum.

Umframt ítróttafelagsskapir, er ein ørgrynna av øðrum frítíðarvirksemi. 

Í samband við kommunuætlanina, sum Klaksvíkar býráð hevur samtykt at farast skal undir, so er ein liður í arbeiðinum at finna útav, hvørji frítíðartilboð eru til borgarar í býnum. Bæði til børn og vaksin. 

Vit vilja fegin hoyra um øll tey fjølbroyttu frítíðartilboðini, sum eru í kommununi. Alt frá skótavirksemi, føroyskum dansi til andalig frítíðartilboð. 

Um tú umboðar ein sjálvbodnan frítíðarfelagsskap ella annað frítíðarvirksemið, sum er opið fyri almenninginum, lat okkum so endiliga frætta. 

Send boð til kk2040@klaksvik.fo Upplýs navnið á frítíðarfelagsskapinum, og gev okkum navn og telefonummar hjá einum ábyrgdarfólki. 

Les nærri um endamálið við kommunuætlanini her: Tíðindaskriv um kommunuætlanina

 

Yvirlit: Ítróttafelagsskapir í Klaksvíkar kommumu

Onnur tíðindi
25.10.2024

Lívbjargari til Klaksvíkar svimjihøll.

24.10.2024

Valstøð í kommununi

24.10.2024

Hesi stilla upp til býráðsvalið og staðbundnu nevndirnar