Tíðindi
Vit sóknast eftir einum nærløgdum løgfrøðingi til stjórnarskrivstovuna hjá Klaksvíkar kommunu. Sum løgfrøðingur hjá okkum fært tú ein fjølbroyttan gerandisdag við avbjóðingum og møguleikum fyri at mennast.
Um starvið
Tín høvuðsuppgáva er at veita løgfrøðiliga ráðgeving og sparring til leiðslu, starvsfólkaeind og onnur í kommununi. Harumframt er samskifti við uttanhýsis aktørar, herundir almennir stovnar, Kommunufelagið og viðkomandi myndugleikar.
Tú verður við til at menna mannagongdir og at ráðgeva starvsfólkum í ymiskum málum, eitt nú um málsviðgerð og alment innlit. Afturat hesum hevur tú yvirskipaðu ábyrgdina av dátuverndarøkinum.
Vit bjóða
• Eitt fjølbroytt starv við ábyrgd, har uppgávurnar verða loystar í samstarvi við aðrar starvsfelagar í fyrisitingini.
• Eitt umhvørvi, har fleiri ymiskir fakbólkar gera sítt ítasta kommununi at frama.
• Fakliga menning.
Førleikakrøv
• Umsøkjarin skal hava lokið prógv sum løgfrøðingur (cand. jur.)
• Umsøkjarin skal duga væl at orða seg á føroyskum, bæði munnliga og skrivliga
• Umsøkjarin skal duga væl at samskifta og samstarva við ymiskar fakbólkar
Vit ímynda okkum eitt starvsfólk, sum:
• Hevur starvsroyndir frá kommunalari ella almennari fyrisiting
• Hevur góð evni at greina, ráðgeva og sparra
• Hevur politiskt tev
• Kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit
• Dugir at samskifta og samstarva við aðrar starvsbólkar
• Er fyrikomandi og jaligt
• Tolir at arbeiða undir trýsti
• Hevur góð evni at samstarva við viðkomandi myndugleikar
Setanarviðurskifti
Talan er um fast starv at byrja 1. mars ella eftir nærri avtalu. Starvið verður skipað á stjórnarskrivstovuni við tilvísing til kommunustjóran og sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya.
Talan er um fulltíðarstarv.
Nærri upplýsingar
Ynskir tú at fáa meira at vita um starvið, ber til at venda sær til Rúna Rasmussen, kommunustjóra, á telefon 224021 ella teldupost runir@klaksvik.fo.
Umsókn
Umsókn við prógvi, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum skal verða okkum í hendi mánadagin 6. januar 2025 kl. 12:00. Miðað verður eftir at hava setanarsamrøður í viku 3.
Søk starvið her.