Tíðindi

20.12.2024
Søkt verður eftir tveimum dagrøktarum

Okkum tørvar dagrøktarar til dagrøktarskipanina í Klaksvíkar kommunu.

Vit sóknast eftir tveimum dagrøktarum til at arbeiða fulla tíð. Arbeiðsstaðurin er í tínum heimi, og í Spælistovuni á Brekku 36 í Klaksvík. 

Aldurin á barnabólkinum í dagrøktarskipanini er 10 mánaðir til 3 ár, og saman við 15 øðrum dagrøktarum kemur tú at hava egnan barnabólk á 3-4 børn.

Arbeiði sum dagrøktari er spennandi og mennandi, eins og tað krevur áhuga og góðar førleikar til at vera um smábørn. Vit arbeiða útfrá eini tilgongd, har smábarnið hevur rætt til ein tryggan og mennandi gerandisdag við positivum samspæli millum vaksin og børn. Eisini er umráðandi at børnini hava eitt virkið inni og útilív. 

Vit ynskja, at tú
• hevur góða sálarliga og fysiska heilsu, og trívist við at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í einum bólki.
• hevur góð evnir til at skilja og arbeiða við børnum, og kann hava eitt viðurkennandi og gott samskifti við øll foreldur.
• í verki gevur børnunum ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag, har virðing og umsorgan fyri einstaka barninum er kjarnan. 
• ert sinnað/ur at samstarva við starvsfelagar og onnur fakfólk, fyri at hjálpa til eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvið.

Í heiminum má vera rúm til børnini at spæla í og øki við girðing uttanfyri. Eisini skal pláss vera fyri sovivognum og tvíburðastóli.

Setarnarviðurskifti
Størvini verða sett 1. februar 2025, ella eftir nærri avtalu.
Dagrøktarskipanin arbeiðir eftir dagstovnalógini og lønar- og setunarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið. Arbeiðstíðin er ímillum kl. 7.30 – 17.15.

Meira fæst at vita við at venda sær til Fríðunn Jacobsen, leiðara, á telefon 554119
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.  

Umsókn skal vera okkum í hendi seinast sunnudagin 5. januar 2025 

Tú søkir starvið við at trýsta á “Søk starvið her” ið er niðast á síðuni.


Stutt um Klaksvíkar Kommunalu Dagrøkt
Dagrøktarskipanin er ein stovnur undir Trivnaðardeildini hjá Klaksvíkar kommunu. Í dag starvast fimtan dagrøktarar, eitt hjálparfólk og ein námsfrøðingur í Dagrøktini sum hevur áleið 50 børn. Tveir ella tríggjar dagar aðru hvørja viku eru tríggir til fýra dagrøktarir saman við børnum í spælustovuni á Brekku. Ein økisnámsfrøingur hevur regluligar ráðgevandi vitjanir úti í heiminum hjá dagrøktarunum, og saman hava hesi skipaðar samrøður við foreldur og aðrar fakbólkar.

 

Onnur tíðindi
20.12.2024

Dagførd reglugerð fyri grund­stykkjalistan

20.12.2024

Barnahúsið Margit søkir eftir Námsfrøðingum

20.12.2024

Løgfrøð­ingur til Klaksvíkar kommunu