Tíðindi
05.11.2024
Árligi rørsludagurin hjá dagstovnunum
Fyrrapartin í dag vóru allir dagstovnar í kommununi savnaðir í Badmintonhøllini, tá ið dagstovnaøkið skipaði fyri rørsludegi. Endamálið við átakinum er at menna og stimbra hugin til spæl og rørslur. Í høllini kundu børnini royna ymisk spøl, sum á ymsikan hátt skuldu stimbra undir hugin at røra seg og brúka sansirnar.
Talan er um eitt efturvendandi átalk, sum leiðslan á dagstovnaøkinum skipar fyri.
Her síggjast nakrar myndir frá degnum.
Onnur tíðindi
03.02.2025
Stuðulsmøguleikar í ferðavinnuni
31.01.2025
Klaksvíkar býráð samtykt KT-trygdarpolitikk
29.01.2025
Býráðsskráin 30. januar
29.01.2025