Nýggjastu tíðindi

10/01/2018

Rudda Úti í Grøv


Viðarlundin Úti í Grøv hevur fingið eina hjálpandi hond.

Trø í viðarlundini úti í Grøv, sum eru koppaði í vindinum, eru nú tikin burtur. Eisini er tynt millum trøini, serliga á sunnaru síðu, har nakað tætt varð blivið millum trøini. 

Veitirnar í viðarlundini eru eisini umvældar, umframt nakrar tvørveitunum eftir gøtini heim eftir bakkanum.

Viðarlundin og økið sum heild er væl vitjað alt árið, og á skeltunum við portrini kunnu vitjandi kunna seg um eitt nú plantu- og djóralívið úti í Grøv.

Nýtt í kommununi

Norðurljós: skráin
22/01/2018

Listavirðisløn Nólsoyar Páls, útibiografur, uppboðssøla og nógv annað. Her er skráin fyri Norðurljós. Les meira »

Hetta kann hjálpa móti frystu vatnrørunum
22/01/2018

Nógvi kuldin seinastu dagarnar ávirkar framvegis vatnveitingina til fleiri sethús í kommununi, orsakað av frosti í rørum millum pr… Les meira »

Frostur ávirkar vatnveitingina
21/01/2018

Vegna frost eru trupulleikar við vatnveitingini á bæði eystara og vestara armi í Klaksvík. Les meira »

Vís fleiri