Tíðindi
Spennandi og lívligir gerandisdagar við glaðum børnum og góðum starvsfeløgum. Ljóðar tað sum nakað fyri teg? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Vit søkja eftir námsfrøðingi til Mylnuhúsið, at byrja 1. februar 2025, starvið eru á 30 tímar um vikuna ella eftir avtalu.
Um ikki námsfrøðingar søkja, verða atstøðingar ella hjálparfólk sett tíðaravmarkað í staðin.
Í Mylnuhúsinum verður arbeitt við spor pedagogikki. Hendan tilgongdin krevur forvitni og áhuga fyri námsfrøðiliga arbeiðnum, og tí er tað umráðandi, at komandi starvsfólk hava eitt opið sinn og eru sinnað at seta seg inn í nýggjar arbeiðshættir.
Vit vænta at tú:
• Ert opin fyri nýhugsan
• Dugir at síggja møguleikar fram um mørk
• Virkar fyri einum góðum samstarvi við foreldur og starvsfelagar
Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Maju Højsted, leiðara á tlf. 457788 ella 237710.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Umsóknir, saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 6. januar 2025
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Námsfrøðingar til Mylnuhúsið
Um Mylnuhúsið
Mylnuhúsið er ein samskipaður dagstovnur við vøggustovu, barnagarði og útibarnagarði, har vit dagliga taka ímóti tilsamans 60 børnum í aldrinum 0-6 ár. Í Mylnuhúsinum er pláss fyri, at bæði børn og vaksin kunnu seta síni spor. Vit arbeiða í tí dagliga við okkara eygleiðingarevnum, og vit eru serliga upptikin av sporunum, sum upptaka børnini.
Okkara námsfrøðiliga arbeiði tekur útgangsstøði í barninum, og sporini nýta vit, til at leggja verkætlanir, aktivitetir og spøl í gerandisdegnum til rættis.